Oyðibløð skulu lætta um hjá skattskyldugum

Oyðibløð skulu lætta um hjá skattskyldugum
Kunngerð á veg um skattaroknskapir. Ein nýggj bókhaldslóg verður eisini smíðað
Fíggjarmálaráðið ger nýggja bókhaldslóg
 
14.07.2014 - 09:02

Ein nýggj bókhaldslóg verður nú gjørd í staðin fyri galdandi lóg, sum er frá 1978. 

Tað upplýsir Fíggjarmálaráðið, sum eisini hevur gjørt uppskot um kunngerð um krøv til skattliga ársroknskapin. 

Endamálið við kunngerðini, sum er send til hoyringar, er at skapa betri fyritreytir fyri einari skjótari og effektivari líkning og hagtalsviðgerð, nú roknskapir skulu latast í talgildum líki.

Kunngerðin skal eisini lætta um hjá teimum, sum hava roknskaparskyldu, so tey kunnu síggja, júst, hvat skal vera í skattaroknskapinum, sigur Fíggjarmálaráðið.
 
Høvuðsbroytingin er, at í staðin fyri frágreiðing í teksti skulu tey, sum gera skattaroknskap, fylla oyðiblað út. 

Sjey oyðibløð vera í kunngerðini, til dømis er eitt fyri bøndur, eitt fyri tey, sum leiga út og eitt oyðiblað fyri hýruvognar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044