Andstøðan: Bann setast fyri at selja fiskiloyvi

Andstøðan: Bann setast fyri at selja fiskiloyvi
Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn vilja hava, at øll rættindi fella aftur til landið, um fiskifar skiftir eigara
Nú skal forboð setast at selja og keypa fiskiloyvi. Andstøðuflokkarnir hava lagt uppskot fyri tingið um hetta at broyta lógina um vinnuligan fiskiskap
 
14.05.2012 - 16:47

Teir tríggir andstøðuflokkarnir hava í dag lagt uppskot fyri tingið, ið setur bann fyri at selja og keypa fiskiloyvi á privata marknaðinum.

Sambært uppskotinum frá Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Framsókn fella veiðiloyvið og øll fiskirættindi beinan vegin aftur til landið, um fiskifarið skiftir eigara.

Tó skal ber til hjá loyvishavara at skifta eitt fiskifar við eitt annað, ið hevur somu ella minni fiskiorku, men ikki millum bólkar.

Privat søluvøra

Í viðmerkingunum til uppskotið siga teir tríggir flokkarnir millum annað:

Tað stendur øllum greitt, at ein stórur og vaksandi handil fer fram við veiðiloyvum og fiskirættindum í føroyska fiskiskipaflotanum.

Úrslitið er, at brúksloyvi og fiskirættindi, sum upprunaliga eru givin frá landinum til fiskifør, gerast ein privat søluvøra. Tann, ið fer úr vinnuni, fær stóran vinning, meðan tey eftirverandi fiskiførini sita við stórari og vaksandi skuld.

Eldri skip, ið hava eitt lítið og minkandi virði sum veiðitól, verða keypt og seld fyri høgar prísir - og talan er sostatt um, at fiskirættindini undir Føroyum, ið er fólksins ogn, gerast ein spekulasjónsvøra, ið endar á alt færri hondum.

Vindur upp á seg

Nú makrelurin í føroyskum sjógvi er vorðin millum mest virðismikla tilfeingi at sleppa framat, fer handilin við veiðiloyvum umvegis uppkeyp av skipum, og umvegs ymsar kreativar loysnir við at flyta veiðiloyvi og fiskirætindi millum skip, bara at vinda uppá seg.

Verður onki gjørt nú, er ongin ivi um, at rættindini til fiskiríkidømið undir Føroyum og á teimum leiðum, ið Føroyar hava samráðst seg til umbýti av rættindum við onnur lond, er endað á nøkrum heilt fáum og útlendskum hondum.

Harvið er sjálvt ræðið á føroyska tilfeinginum farið frá føroyska samfelagnum, siga Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn í viðmerkingunum til uppskotið.

17 undirskriftir

Av tí at freistin fyri at leggja uppskot fram er farin, skulu 17 undirskriftir til fyri at fáa uppskot fyri tingið.

Andstøðuflokkarnir hava bert 14 tingsessir, og sostatt hava tingfólk úr samgonguni eisini skrivað undir.

Í tinginum ljóðar, at uppskotið møguliga kemur til 1. viðgerð longu í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 20. februar
Breddin: Friðarsamráðingar um Ukraina
188053
Hósdag 20. februar
Mono - Føroyskar perlur (2:4)
188051
Hósdag 20. februar
Morgunlestur hósdagur 20.februar 2025
186673
Mikudag 19. februar
Skratsj 19. februar 2025
188017
Mikudag 19. februar
RagnarRokk. Chris Harms um 1980
188003
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825