Boripallur inn á Skálafjørðin til umvælingar

Boripallur inn á Skálafjørðin til umvælingar
West Hercules stingur so djúpt, at hann ikki kann leggja at landið, og tí má liggja úti á fjørðinum, út fyri oljuútgerðarhavnina
 
17.07.2014 - 09:01

Samtakið MEST, ið skal gera umvælingar á boripallinum, sum norska Seadrill eigur boripallin. West Hercules borar á føroyska landgrunninum Súla Stelkur nú, men skal eftir tað til Kanada at bora, skrivar oljan.fo.

Pallurin siglur við egnari megi, men norska fyritøkan hevur gjørt av at senda tveir stórar togarar og ein ankarhandlara umframt ein stóran arbeiðsbát til Føroya, tá pallurin verður fluttur inn á Skálafjørðin. Og har verða teir so liggjandi ta tíð tað tekur at umvæla pallin.

West Hercules pallurin telist millum  størstu boripallar í heiminum, og undan boringunum í Føroyum hevur hann staðið fyri fleiri av boringunum hjá Statoil í Barentshavinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213