Hóttir við at stevna Heilsufrøðiligu Starvsstovu

Hóttir við at stevna Heilsufrøðiligu Starvsstovu
Tórshavnar kommuna góðtekur ikki kravið frá Starvsstovuni um, at kommunan skal hava ábyrgdina av sølutorginum í Vágsbotni
Heilsufrøðiliga Starvsstovan og Tórshavnar kommuna eru ósamd um, hvør skal hava ábyrgdina av sølutorginum í Vágsbotni.

11.05.2012 - 15:18

Tórshavnar kommuna hóttir nú við at fara í rættin við Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Orsøkin er krøvini, sum Starvsstovan setir kommununi um sølu á sølutorginum í Vágsbotni.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan góðkendi sølutorgið í 2008 eftir eina umfatandi umbygging, har millum annað tak varð lagt yvir søluøkið.

Nú er ósemja um, hvør skal ábyrgjast, um sølan á torginum ikki er sambært góðkenningini.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan vil hava, at kommunan útnevnir ein persón, sum hevur ábyrgdina av, at sølan á torginum fer lógliga fram. Starvsstovan vilhava kommununa - sum loyvishavara - at tryggja, at eitt nú einans loyvdar vørur verða seldar, at vørurnar verða goymdar við røttum hita, og at innpakkaðar vørur frá løggildum virkjum skulu vera merktar.

Hetta vil Tórshavnar Kommuna ikki góðtaka, tí tað ikki er kommunan, ið er seljari.

Í tíðindaskrivi í dag sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, at tað er púra burturvið at bólka kommununa sum eitt sølulið ella eitt virki, tí kommunan hevur bert útvegað eitt øki við teirri útgerð, ið krevst, til tey, sum koma á torgið at selja matvørur.

Kommunan vísir á, at tað altíð er framleiðarin, ið hevur ábyrgdina av sínum virksemi, sama um hann rekur sítt virki í egnum, leigaðum ella læntum hølum ella fasilitetum.

Tí umhugsar Tórshavnar Kommuna nú at fara í rættin við kravinum hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni um at steingja sølutorgið.

- Um avvarðandi landsstýrismaður ikki fær hetta málið loyst, hevur kommunan einki annað val enn at kæra hóttanina frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni um at stongja sølutorgið, ella at royna málið í rættinum, skrivar Heðin Mortensen.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juli
Morgunlestur týsdagur 30. juli 2024
178452
Mánadag 29. juli
Ólavsøka í Studio 4
178619
Mánadag 29. juli
Søgan um Hank Williams (7:8)
176860
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. juli
Veðrið
178672
Mánadag 29. juli
Ólavsøkuguðstænastan 2024
178627
Mánadag 29. juli
Video: Ólavsøkuróðurin, 5mf kvinnur
178624
Mánadag 29. juli
Video: Ólavsøkuróðurin, 6mf menn
178622