Játtanin til FAME strikað

23.07.2014 - 15:58
InnlendisSamfelag
Játtanin til FAME strikað
FAME skal fáa føroyskan tónleik út í heim, men fær ongar pengar næsta ár
Uttanríkistænastan undir Løgmansskrivstovuni hevur fingið lægri játtan - og tí er játtanin til FAME strikað

FAME-samstarvið (Faroe Islands Agency for Music Export) skal fáa føroyskan tónleik út í heim - og tað gera tey við at fáa fólk í tónleikavinnuni uttan fyri Føroyar og útlendsk fjølmiðlafólk til Føroya á G! Festival. 

FAME er trýpartasamstarv millum G!, Uttanlandsdeildina hjá Løgmansskrivstovuni og útgávufelagið Tutl. G! og Uttanlandsdeildin hjá Løgmansskrivstovuni byrjaðu at samstarva um at bjóða eitt nú journalistum og fólki í tónleikavinnuni uttanfyri Føroya á G! Festival í 2006. Í 2012 gjørdist TUTL partur av samstarvinum og FAME var stovnað. 

Nú vit skriva 2014 er játtanin til FAME næsta ár strikað, upplýsir Gunnar Holm-Jacobsen, deildarstjóri á Løgmansskrivstovuni.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444