Hava lýst blokadu ímóti Asbjørn Senior

Hava lýst blokadu ímóti Asbjørn Senior
Asbjørn Senior kemur sum skilst inn at landa í dag, men manningarfeløgini hava lýst blokadu ímóti skipinum

27.07.2014 - 18:03

Tí kunnu skipini, ið fiska, ikki lata fisk til skipið framyvir. Hesum boðar Fiskimannafelagið frá. Asbjørn Senior er nú so effektivt blokeraður, at skipið fær ikki fisk innanborðs aftur, um limirnir í manningarfeløgunum á fiskandi skipunum ikki vilja seta seg upp ímóti sínum feløgum.

Nokta limunum at viðvirka

Av makrelfeltinum frættist í gjár, at Asbjørn Senior var at farin at sigla inn at landa, men tað verður trupult hjá skipinum at gera tað meira enn hesa einu ferðina. Øll trý manningarfeløgini hava lýst blokadu móti skipinum á feltinum. Tað hava Fiskimannafelagið og Skipara- og Navigatørfelagið eisini, tá tað snýr seg um at gera arbeiði á landi í sambandi við skipið.

Í lýsingini um blokaduna á sjónum verður noktað limunum í teimum trimum manningarfeløgunum á øðrum skipum at viðvirka til, at fiskur fer umborð á Asbjørn Senior.

Fiskimannafelagið sigur seg skilja, at Asbjørn Senior hevur tikið ímóti fiski frá trolaraparinum Kúrbergi og Phøenix. Men lýsta blokadan forðar nú fyri hesum.

Orsøkin til, at Maskinmeistarafelagið ikki enn hevur lýst blokadu á landi, er, at felagið er bundið av sáttmálanum við Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum sigur, at feløgini hava eina fráboðanarskyldu, ið merkir, at stríðsstig skulu fráboðast í minsta lagi 48 tímar, áðrenn tey verða lýst og sett í gildi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114