Danski verjumálaráðharrin í Føroyum

Danski verjumálaráðharrin í Føroyum
Løgmaður og Nicolai Wammen umrøddu møguleikar og avbjóðingar í Arktis á fundinum í Tinganesi fyrrapartin
Nicolai Wammen, verjumálaráðharri, og løgmaður við Kommandørhúsið Yviri við Strond í Havn.
Mynd: Landsstýrið  
 
04.08.2014 - 10:14

Danski verjumálaráðharrin, Nicolai Wammen, hitti fyrrapartin løgmann í Tinganesi. 

Stóru møguleikarnir og avbjóðingar í Arktis vórðu umrøddir fundinum.

- Danski verjumálaráðharrin greiddi frá, at Arktis fær størri og størri leiklut fyri Danmark og ríkisfelagsskapin. Í løtuni verður umfatandi greiningararbeiði gjørt, sum skal lýsa leiklutin hjá donsku verjuni í Arktis næstu árini. Niðurstøðurnar í greiningararbeiðinum kunnu eisini fáa týdning fyri Føroyar, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

Á fundinum nýtti løgmaður eisini høvi til at takka danska verjumálaráðharranum fyri ognirnar hjá donsku verjuni í Føroyum, ið vórðu latnar landsstýrinum um ársskiftið.

Nicolai Wammen fer víðari til Grønlands í dag. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Mánadag 23. mars
Morgunlestur mánadagur 23.mars 2026
205920
Sunnudag 22. mars
Valkøn fríggjakvøldið 20. mars 2026
206022
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Tinggáttin - teknmálstulkað
206085
Mánadag 23. mars
Tinggáttin
206081
Mánadag 23. mars
Veðrið
206070
Sunnudag 22. mars
Trapputing av Oyrasundi
206018