Fiskivinnuumsiting fyri dómsvaldið næsta mánadag

Fiskivinnuumsiting fyri dómsvaldið næsta mánadag
Sakarmálið millum Líraberg og Fiskimálaráðið til dómsviðgerðar
Føroya rættur fer skjótt at avgera, um Fiskimálaráðið umsitur makrelin rætt
 
11.08.2014 - 07:24

Um eina viku fer Føroya rættur at viðgera stóra spurningin, um føroyska fiskivinnan hevur verið rætt umsitin.

Sakarmálið millum P/f Líraberg og manningina á útróðrarbátinum Lírabergi og Fiskimálaráðið stendur í rættarlistanum fyri næsta mánadag.

Sakarkravið er, at Fiskimálaráðið verður dømt at viðurkenna, at tað var skeivt ikki at geva samtakinum Sjófeli hjá yvir 100 útróðrarbátum lut í makrelfiskiskapinum í 2012.  

Fiskimálaráðið krevur frídøming.

Málið byrjaði í apríl í fjør, tá P/f Líraberg stevndi Fiskimálaráðnum.

Samtakið Sjófeli, sum yvir 100 útróðrarbátar vóru í, søkti í 2012 um 15 prosent av makrelkvotuni.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040