Nógvir fyrimunir fáast við at einskilja landsjørð

Nógvir fyrimunir fáast við at einskilja landsjørð
Verkætlanarbólkur mælir til at geva landsstýrismanninum lógarheimild at selja almennu jørðina
Í verkætlanarbólkinum vóru Arne Poulsen, Numo, formaður, Jákup Mørkøre í Fiskimálaráðnum var skrivari, Óli Johansen fyri Umhvørvisstovuna og Rólvur Djurhuus fyri Búnaðarstovuna.
 
19.08.2014 - 07:31

Einki er til hindurs fyri at einskilja tað mesta av landsjørðini, tá lógarheimildin er fingin til tess.

Tað sigur verkætlanarbólkurin, sum Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum, setti at gera frágreiðing um landsjørðina og einskiljing.

Og sambært niðurstøðuni hjá bólkinum eru bara fyrimunir við at einskilja almennu jørðina.

Bólkurin sigur, at væntast kunnu størri dynamikkur og kappingarføri í landbúnaðinum. Og meira kann fáast úr landsjørðini, verður hon einskild.

Harumframt mennast atknýttar vinnur, sum natúrliga kunnu rekast saman við landbúnaðarvinnu, og tað gevur størri bruttotjóðarúrtøku. 

Greiðari fígging

Bólkurin sigur, at fíggjar- og lániviðurskiftini hjá teimum, sum eiga eiga jørðina, verða greiðari við eini einskiljing. 

Rættindini hjá festarum eru so sterk, at verður ikki selt til teirra, skulu festibræv og møguligar ognir hjá festarum ognartakast fyrst. 

Verða slík festi einskild gevur tað størri greidleika í høgum, har bæði privatur og almennur ognarskapur er.

Verkætlanarbólkurin mælir tí til at geva landsstýrismanninum lógarheimild til at einskilja landsjørðina, og Búnaðarstovan skal selja jørðina.

Hesa lógarheimild fer Jacob Vestergaard at biðja løgtingið um í vár, um landsstýrið tekur undir við tí.

Pengar til lendisætlan

Pengarnir, sum fáast fyri landsjørðina, eiga at fara í Búnaðargrunnin. Tó skal nakað brúkast til at gera eina lendisætlan fyri Føroyar.  

Verkætlanarbólkurin sigur, at bara fólk, sum eru búføst í Føroyum og sum ikki eiga meira enn tvey prosent av jørðini í Føroyum eftir at hava keypt jørð, eiga at sleppa at keypa landsjørð. 

Og landsjørðin verður seld verandi festarum og leigarum fyri ein mettan marknaðarprís. 

Bindingin millum innangarðs og uttangarðs jørð skal strikast, so innangarðs og uttangarðs jørð kunnu seljast leys hvør av aðrari.

Rætturin til bit verður tó varðveittur. 

Loysa bindingar

Endamálið við einskiljingini er at loysa tey bundnu fíggjarligu virðini, sum eru í landsjørðini. 

Tey íbornu virðini í jørðini eru tey somu, sama um jørðin er privat ella almenn, sigur verkætlanarbólkurin.

Men tann, sum eigur jørðina, hevur størri áhuga í og møguleika fyri at fáa mest møguligt burtur úr jørðini sum landbúnaðarjørð og atknýttum virksemi.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254