Rúmdarbilur royndarkoyrdur í Føroyum í 2014

Rúmdarbilur royndarkoyrdur í Føroyum í 2014
Lutir á rúmdarbilinum, sum í kvøld lendi á Mars, vórðu royndarkoyrdir í Føroyum í 2014.
18.02.2021 - 20:39

Vanliga er tað langt frá Føroyum til Mars, men beint nú kennist tað kanska ikki so langt, tí lutir á rúmdarbilinum, sum júst er lendur á Mars, blivu royndarkoyrdir í Føroyum í 2014. 

Orsøkin var, at føroyska jarðfrøðin er so lík henni á Mars, at hon kundi brúkast til at royna eitt serligt myndatól, ið nú situr á rúmdarbilinum, sum nú koyrir runt á Mars.  

Málið var og er, eins og áður, at finna lív á Mars. 

INNSLAGIÐ, IÐ BERGLJÓT DEBES HENTZE GJØRDI 22. AUGUST Í 2014, KANN SÍGGJAST UNDIR MYNDINI OMANFYRI. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890