Grindin legði beinini og seks fólk handtikin

Grindin legði beinini og seks fólk handtikin
Ein lítil grind legði beinini á Sandi um seks-tíðina í kvøld. Seks fólk frá felagsskapinum Sea Shepherd eru handtikin.
 
30.08.2014 - 18:56

Um seks-tiðina í kvøld legði ein grind beinini á Sandi. Hon varð funnin úti fyri Skúvoynni og rikin inn á Sand. Tá hon kom inn ímóti sandinum, stóðu fleiri fólk frá Sea Shepherd á sandinum og gjørdu óljóð. Tað tarnaði drápinum. Men løgreglan kom væl mannað og handtók fólkini, og síðani gekk drápið skjótt og væl, skilst av sandi.

 

Peter Thaysen politiinspektørur váttar, at seks fólk eru handtikin, tí tey komu inn á avsperraða økið. Hann sigur, at møguliga verða tey send av landinum í morginári.

 

-Eg kann bara stutt siga, at tilbúgvingin hjá politinum virkaði og at vit høvdu fult tamarhald á støðuni. Umframt tey fólkini, sum vit handtóku, steðgaðu vit eisini onkrum báti hjá Sea Shpeherd, sigur politiinspektørurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858