Víkingur er framvegis steypavinnari

Víkingur er framvegis steypavinnari
Víkingur hevur nú vunnið tríggjar finalur á rað, og allar fýra sum Víkigur hevur luttikið í. Hallur Hansson avgjørdi finaluna í evstu løtu móti HB
 
30.08.2014 - 22:28

Talan var um eina sera spennandi finalu, sum var merkt av nógvum nærdystum har tann fysiski parturin spældi ein stóran leiklut.

Tað var ikki fyrr enn 88 minuttir vóru spældir at mál kom í dystinum. Liðini vóru farin at fyrireika seg til at spæla longda leiktíð, tvær ferð fimtan minuttir.

 


Men Hallur Hansson vildi tað øðrvísi og eftir eitt innlegg úr høgru síðu setti Hallur Hansson bóltin í málið til 1-0. 

Hetta gjørdist eisini endaliga úrslitið, og fáar minuttir eftir málið kundu víkingarnir saman við mongu viðhaldfólkunum fegnast um enn einaferð at vera steypavinnari.

 

Hinvegin vóru tað nakrir skuffaðir HB leikarir, sum fóru av vøllinum eftir eitt tepurt tap. 

Tað var HB, sum hevði bóltin størsta partin av dystinum. Fyrri hálvleikur var sera javnur, men í seinna hálvleiki sat HB á tí mesta. Teir komu fram til nógvar málmøguleikar, men teir vóru ikki nóg neyvir tá á stóð. 

 

Heðin Askham venjari hjá HB, var argur eftir dystin. Hann segði at teir tóku ikki av møguleikunum, sum teir fingu. Hinvegin rósti hann eisini Víkingi fyri eina góða finalu.



Sigfríður Clementsen venjari hjá Víkingi segði at HB hevði bóltin nógv meira, men at teir arbeiddu hart fyri at fáa málið, sum skuldi avgera dystin. 
 

Víkingur er vinnari av Løgmansteypinum 2014, Teir eru enn ósigraðir í steypafinaluni og kunnu kalla seg eitt veruligt steypalið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858