Færri roykja og fleiri røra seg

Færri roykja og fleiri røra seg
Nú gongur rætta vegin, sigur Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum
Tey, sum roykja hvønn dag, fækkast, vísir kanning, sum er gjørd fyri Fólkaheilsuráðið
 
04.09.2014 - 11:36

Færri roykja hvønn dag, og samstundis er fleiri farin at røra seg.

Tað vísir kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Fólkaheilsuráðið.

Kanningin vísir, at tey, sum roykja hvønn dag, eru seks prosent færri nú. Talið er farið úr 28 niður í 22 prosent.

Fleiri røra seg

Kanningin vísir eisini, at meiri enn triði hvør føroyingur rørir seg fýra ferðir um vikuna ella meira, tað eru 36 prosent.  Harumframt røra onnur seg eina til tríggjar ferðir um vikuna, so tilsamans røra tríggir av fýra føroyingum seg regluliga, vísir kanningin.

Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum, sigur, at nú gongur rætta vegin. 

- Vit eru í eini tíð, har fólk eru sera tilvitað um heilsuna, og rákið sæst aftur í kanningini, sigur hann. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040