"MíttLand" í Keypmannahavn um vikuskiftið

"MíttLand" í Keypmannahavn um vikuskiftið
Fríggjadagin fer føroyski tónleikafestivalurin "MíttLand" av bakkastokki. Fyrireikingarnar líða væl, og fríggjakvøldið kl. 17.30 letur festivaløkið upp á Femøren á Amager Strond.
04.09.2014 - 19:00

Fríggjadagin fer føroyski tónleikafestivalurin "MíttLand" av bakkastokki í Keypmannahavn. Fyrireikingarnar líða væl og fríggjakvøldið kl. 17.30 letur festivaløkið upp á Femøren á Amager Strond. Hetta er aðru ferð at skipað verður fyri tiltakinum MíttLand, sum fyrstu ferð varð hildið í fjør. Í mun til tann eina festivaldagin í fjør, fevnir festivalurin í ár um heilar tveir dagar.

 

Á skránni eru ymisk føroysk tónleikanøvn at finna, harímillum bæði Swangah og Halleluja Sofus. Veðurforsøgnirnar boða frá góðum veðrið um vikuskifti, so lagt er upp til ein turran og sólríkan festival.

 

Roddin verður á staðnum og tilfar verður lagt út á heimasíðuna so hvørt, soleiðis at til ber at fylgja við tiltakinum - bæði filmsbrot, greinar og myndarøðir.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.