Soleiðis minkar tú um skaðan frá teldusníkum

Soleiðis minkar tú um skaðan frá teldusníkum
Eftir seinasta gølu hjá teldusníkum, ið hava stolið nakinmyndir og sjónbond frá mongum stjørnum og lagt tað út alment, so er nokk tíð til tryggja seg eitt vet betri. Tú hevur nokk havt tørv á at skifta loyniorð á ymsum síðum orsakað av teldusníkum – um ikki, so fert tú.
08.09.2014 - 19:45

                                                                 

Orð: Bogi Napoleon Wennerstrøm

 

Tað er altíð eitt trygdarhol í einari skipan, og tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn nakar finnur holið.

 

Hóast tú ongantíð kanst blíva heilt tryggur, so eru nakrir hentir tummilfingrareglar, ið ein eigur at vita fyri at halda seg tryggari.

 

 

Ikki skráset teg á óneyðugum síðum

 

Sum foreldrini nokk hava roynt at mint teg á: ikki deil upplýsingar á netinum!

 

Hóast ta ógvusligu stillingina, so er ein fyrimunur við at halda seg frá summum síðum. Mangar síður krevja skráseting fyri at kunna nýtast.

 

Hetta inniber t.d. at tú skalt upplýsa teldupost-bústað, navn, loyniorð o.s.fr. Trupulleikin er tann, at tess fleiri síðum, tú ert skrásettur á, tess størri eru líkindini, at tú kemur út fyri einum teldusníkatilburði.

 

 

Ikki brúka sama loyniorð fleiri ferðir

 

Sjálvt um vit nokk øll vita, at tað ikki er nummar eitt, so gera vit tað allíkavæl. Tey flestu av okkum hava eitt loyniorð, ið vit nýta til næstan alt.

 

Ímynda tær, at onkur síða, ið tú ert skrásettur á, verður brotin inn á av teldusníkum, og teir fáa atgongd til títt loyniorð. Tað fyrsta, teir kunnu gera, er at rita inn á síðuna, sum var tað tú.

 

Hetta fært tú ikki ordiliga gjørt nakað við. Men tað næsta teir royna, er at vita, um tú hevur sama loyniorð á øðrum síðum eisini – tað er her, tað verður ein trupulleiki at nýta sama loyniorð fleiri ferðir.

 

 

Nýt ein loyniorðshandfara

 

Hetta heiti kann ljóða tær rættiliga ókent, men ein "loyniorðshandfari" (Password Manager) kann gera lív títt munandi lættari. So sig farvæl til øll tíni loyniorð - uttan eitt.

 

Slíkur handfari heldur skil á, hvat loyniorð er til hvørja síðu og ritar teg inn sjálvvirkandi. Handfarin skapar eisini trygg loyniorð til nýggjar síður, ið tú skrásetur teg til.

 

Við at hava eitt høvuðsloyniorð, so kann handfarin goyma nýggj loyniorð og umskriva tey til dulsmál. Hetta ger, at einans títt høvuðsloyniorð kann umskriva dulsmálið, so at tað verður lesandi aftur.

 

Ein fínur loyniorðshandfari er LastPass

 

 

Brúka ”Two-Factor” váttan

 

Um tú hevur lisið her oman, so má tað merkja, at tú veruliga vilt tryggja teg á netinum. Men ikki ræðast funkuna ”Two-Factor” - fyribrigdið er genialt. Finn tína fartelefon fram og lat meg greiða frá.

 

Ein ”Two-Factor” váttan verður brúkt, tá tú ritar inn á onkra síðu (t.d. Facebook ella Google) frá einum ókendum tóli ella frá einum staði, har tú ikki hevur ritað inn fyrr.

 

Tú fært eini boð til eitt av teimum kendu tólunum hjá tær, t.d. fartelefonina, við nøkrum tølum og/ella bókstavum, ið tú skalt endurgeva inn á síðuna, tú roynir at rita inn á. Við at fremja hesa mannagongd kann síðan vátta, at tað veruliga er tú, ið roynir at rita inn og ikki ein teldusníkur.

 

 

Ikki deila tíni loyniorð við nakran

 

Tað er ein orsøk, at tað eitur loyniorð... Orðið er ætlað at halda loyniligt. Eg veit, at tey flestu halda tað dult, men tað eru summi, ið kunnu finna uppá at deila sítt loyniorð við onkran, um tey verða spurd.

 

Hóast tú stólar á viðkomandi, so er nógv, ið kann ganga galið. Um tú sendur viðkomandi títt loyniorð gjøgnum t.d. Facebook, so eru har líkindi fyri, at onkur annar kann síggja tað á tínum skíggja og á skíggjanum hjá viðkomandi.

 

 

Ikki leggja viðkvæma dátu á netið

 

Enn einaferð aftur til tað, foreldrini væntandi hava kroyst niður í teg: ikki deila upplýsingar á netinum!

 

Um tað eru onkrar myndir, tekstir ella annað, ið er tær ógvuliga viðkvæmið, so er altíð best ikki at leggja tað á netið, hóast tú kanska bara sendir tað til sjeikin ella damuna. Um tú og tín vilja deila slíkar myndir, so eru aðrir vegir enn at senda viðkæma dátu gjøgnum Facebook ella Snapchat.

 

Óansæð, hvussu nógv ein roynir, so ber aldrin til at tryggja seg til fulnar, men við at nýta onkur av hesum ráðunum, so kanst tú minka munandi um skaðan.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.