Ferðavinnan ikki rættar karmar

Ferðavinnan ikki rættar karmar
Ikki nóg mikið er gjørt fyri at skapa røttu karmarnar kring ferðavinnuna og fornminni, heldur Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi.
 
14.09.2014 - 09:46

Ferðafólk, sum koma higar, hava stóran áhuga fyri fornminnum, men nóg mikið er ikki gjørt til tess at skapa røttu karmarnar kring ferðavinnuna og fornminni.

Tað heldur Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna úr Tjóðveldi, sum hevur sett Johan Dahl, landsstýrismanni, fyrispurning um málið.

Hon vísir á, at nógv fólk vitjar Múrin í Kirkjubø, men tað tykist verða avmarkað, hvussu nógv tey leggja eftir seg, og harumframt liggur tað á privatum hondum at halda umhvørvið viðlíka. 

Bjørt Samuelsen sigur, at heildarætlanin um at varðveita Kirkjubømúrin og forminni, sum eru knýtt at honum, viðger ikki ferðavinnuna. 

At ferðavinna er ein týdningarmikil partur, tá slíkar ætlanir verða gjørdar, er sjálvsagt, sigur hon í viðmerkingunum til fyrispurningin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028