Í parlagi við mammu síni

Í parlagi við mammu síni
Mary og Vertasha Carter eru ikki bara móðir og dóttir. Tær eru eisini par.
16.09.2014 - 20:00

Ein søga gongur í løtuni runt á alnótini um Mary og Vertasha Carter, sum ikki bara eru móðir og dóttir, men eisini í parlagi. Um søgan er sonn er ikki heilt vist.

 

Mary Carter, mamma Vertasha Carter, sigur at tær hava kent seg drignar av hvørja arðari síðani Vertasha var 16 ára gomul. Men tær bíðaðu tó við at hava kynsligt samband til Vertasha bleiv 18 ára gomul.

 

Tær siga, at tær hava gjørt søgu teirra almenna fyri at hjálpa ørðum, sum eru í somu støðu sum tær. Tær vilja hava, at allir heimurin skal vita, at tær elska hvørja arða bæði sum móðir og dóttir og sum par.

 

Tað finnast lógir, sum forbjóða insest vegna innannøring og vegna teimum brekunum sum børnini kunnu fáa.

 

Men hetta meina Vertasha og Mary Carter ikki verða nakran trupulleika av tí, at tær eru kvinnur og slett ikki kunnu fáa børn. Mary Carter heldur tað vera nakað annað, um tað var pápi Vertasha, sum gjørdi hana við barn, og barnið so var føtt við breki. ”Men vit skaða ongan. Vit eru ein minniluti, sum vil hava viðurkenning”, sigur hon.

 

Um parlagið sigur Vertasha at ”mamma mín er enn mamma mín. Hon ger vanlig mammu ting: keypir mær klæðir, betalir fyri matin, sigur at eg skal reiða songina upp. Okkum dáma bara eisini at hava kynsliga samlegu eisini.”

 

Kelda: www.stuppid.com

 

Hvat halda tit um hetta? Viðmerkið tykkara meining niðanfyri.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.