- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lesarabræv: Tráin hevur mist tráðin!
Kanska Tráin endar sítt lesarabræv soleiðis, tí tað er so langt síðani at Tjóðveldi hevur verið í nakrari samgongu, at hann ikki eingongd kann minnast tað; sjálvandi um man hyggur burtur frá CHE samgonguni, men vit øll vita hvussu væl tað gekk. So Tráin veit kanska ikki hvussu samgongur skipast og arbeiða saman. At tað eru fyrst einstaklingar við sínum áhugamálum, sum eru í einum flokki - sum eisini hava síni serstøku áhugamál - sum síðani fara í eina samgongu, har felags áhugamálini hjá fleiri flokkum skulu samskipast.
Í núverandi støðu er Fólkaflokkurin í samgongu við Sambandsflokkinum og Miðflokkinum. Fólkaflokkurin, sum flest aðrir flokkar, hevur ikki bara eitt mál sum teir vilja arbeiða fyri, men fleiri. Eitt av teimum málunum er loysing, ja. Men, har eru eisini fleiri onnur mál sum flokkurin vil arbeiða fyri, og nøkur av teimum málunum fær Fólkaflokkurin arbeitt við í núverandi samgongu.
Eg var sjálvur til fundin í Doktaragrund á ólavsøkuni. Har hoyrdi eg innleiðandi taluna hjá Tráini, og eg minnist at Tráin fortaldi onkra vittigheit um Gud. Eg minnist ikki heilt hvussu hon ljóðaði, men eitt sum eg fekk bururúr henni var at Tráin er gudloysingur. Eg fari ikki at blanda meg uppí um fólk trúgva uppá Gud ella ikki, men tó kann eg siga, at har eru nógv vísdómsorð at finna í góðu bókini. T.d. tá ið Jesus sigur “Hví sært tú flísina í eyga bróður tíns, men verður ikki varur við bjálkan í tínum egna eyga?”. Eg haldi, at hetta kann eisini sigast um tað sum Unga Tjóðveldi leggur fram nú.
Tað eru fleiri, eisini fólk í Tjóðveldisflokkinum, sum halda at flokkurin bókstavliga ikki livir upp til sítt navn longur, at tað sum flokkurin var grundaður á, er meir ella minni farið í søguna, og onnur mál eru komin ovast á dagsskránna hjá flokkinum. Ein hoyrdi næstan einki um loysing ella tílíkt í langa tíð, ikki fyrrenn røddir komu úr flokkinum og vístu ónøgd við eitt brot av stevnumiði floksins, og eisini vísti á tann omanfyrinevnda trupulleikan í Tjóðveldisflokkinum. Tá byrjaðu fleiri røddir aftur at rópa hart um loysing, og nú tá Tjóðveldi hevur funnið henda trupulleikan hjá sær sjálvum, so vilja tey eisini leggja aðrar flokkar undir tað sama.
Men sjálvt um ein flokkur aftur byrjar at tosa um trupulleikarnar sum teir vóru grundaðir á, vil tað ikki siga at teirra loysnir eru tær bestu. Tað eru summir flokkar ið vilja vera forsvarligir tá tað kemur til sjálvræði, og tað eru nakrir sum bara vilja skunda tað ígjøgnum. Fólkaflokkurin vil loysa við ábyrgd, har vit líðandi taka yvir fleiri og fleiri málsøkir, til vit hava tikið øll sum okkum er heimilað at taka yvir. Sjálvandi eisini so líðandi at skera blokkin niður til einkis, fyri síðani spyrja føroyska fólkið um tað vil loysa. Men at Tjóðveldi skal fara at glepsa eftir flestu av hinum loysingarflokkunum, bara tí at teir ikki grenja líka nógv um fólkaatkvøðuna í 1946, ella at teir ikki vilja loysa her og nú, og so finna útav rest seinni, tykist mær løgið.
“Tíverri er tað eisini ógvuliga lítið, ið bendir á, at Fólkaflokkurin er loysingarflokkur annað enn á pappírinum. Vit sóu tað m.a. undir fullveldissamgonguni millum Tjóðveldis-, Fólka- og Sjálvstýrisflokkin, at vilji ikki var til at røkka málinum um einar sjálvstøðugar Føroyar. Fólkaflokkurin hoppaði av tokinum, tá veruliga á stóð, og er flokkurin enntá farin á seinføra sambandstokið.”, sigur Tráin í sínum síðsta lesarabrævið. Hetta passar ikki heilt. Jú, Fólkaflokkurin við Anfinni Kallsberg á odda, vildi ikki koyra fólkaatkvøðuna um fullveldistøkuna út, tí stórur vandi var fyri at fólkið hevði atkvøtt ímóti, vegna hóttanunum frá tí danska statinum viðv. ríkisveitingini; hetta sæst eisini aftur á valúrstlitinum í 2002, har flokkarnir í fullveldissamgonguni mistu meirlutan á tingi, og Sambandsflokkurin bleiv stórsti flokkurin í Løgtinginum. (Fullveldissamgongan helt so á fram við Miðflokkinum avtrat sær)
Tað hevði verið eitt stórt afturslag fyri sjálvstýrisrørsluna um fólkaatkvøðan var feld. Men at fara har frá, og síðani at siga at Fólkaflokkurin “hoppaði av tokinum, tá veruliga á stóð” er at fara í so langt. Formaður Unga Tjóveldsins má heldur fara at lesa søgubøkurnar aftur, tí eftir hesa lítlu krisuna í 2001, so helt samgongan á, og í ár 2002 skóru Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin ríkisveitingina niður við 366 milliónum og tóku sama ár yvir almanna- og skúlamálini. Hetta megnaðu Fólkaflokkurin og Tjóðveldi saman.
So, tá Tráin sigur at Fólkaflokkurin ikki hevur verið síni uppgávu til fullnar, passar tað sikkurt. Vit eru ávegis. Eftir at Tjóðveldi leyp úr samgonguni í 2004 og nýval var, fór Fólkaflokkurin aftur í samgongu. Undir tí samgonguni kom millum annað Yvirtøkulógin, sum ger tað nógv lættari hjá Føroyum at taka yvir mál frá donsku stjórnini.
Enn er langt eftir til vit koma á mál, men tað nyttar ikki at fara ov skundisliga fram, soleiðis at alt sum vit elska í okkara samfelagi dettur sundur, so skjótt vit hava fingið ræðið á tí. Nei, vit mugu støðugt og tolin ganga fram, og finna okkum fótafesti áðrenn vit traðka víðari á sjálvstýrisleið.
Tummas Jóhan Larsen, næstformaður í Huxa, Fólkafloksungdómur.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |