Skotar vaknaðu til eitt samlað Bretland

Skotar vaknaðu til eitt samlað Bretland
Í gjár var val um loysing í Skotlandi, og skotar atkvøddu nei.
19.09.2014 - 17:15

Í fylgi BBC atkvøddu 55,42% av veljarunum nei, meðan umleið 44,58% atkvøddu ja fyri loysing. Tað svarar til 1.914.187 veljarar sum atkvøða nei, og umleið 1.539.920 atkvøða ja. Harvið vinnur nei-síðan við meiri enn 10% á muni, hóast tað hevur verið næstan púra javnt á nei- og ja-síðuni, vikurnar upp til valið.

 

Veljaraluttøkan á valinum var uppi á 85%, sum er eitt sera høgt tal.

 

 

Alex Salmond tekur seg aftur

Forsætisráðharrin í Skotlandi, Alex Salmond, sum eisini var leiðarin av Ja-átakinum fyri skotskum sjálvstýri, hevur valt at fara frá, eftir at skotar atkvøddu nei til loysing. Hetta veit tíðindastovan Reuters at siga.

 

Alex Salmond góðtekur tapið hóast alt: "eg góðtaki dómin frá fólkinum, og mæli øllum Skotlandi til at gera tað sama."

 

Hvad hendir nú?

Hóast skotar hava sagt nei til sjálvstýri, eru teir frammanundan blivnir lovaðir meiri sjálvstýri á teirra egnu økjum. Stjórnin í London hevur lovað, at Edinburgh skal fáa umsjón av einum størri parti av skattinum, vælferðarskipanini og skotskari fígging.

 

Tó eru øll ikki eins glað við hetta valið:" Um sjálvstýrið hjá skotunum økist, so má restin av kongaríkinum eisini fáa betri sømdir." Hetta sigur Micheal Gove, floksformaðurin fyri Tey Konservativu.

 

Kelda: Politiken.dk, Information.dk

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.