Tí er Donald Trump so valdsmikil

Tí er Donald Trump so valdsmikil
Les nakrar av orsøkunum til góðu gongdina hjá republikanska forsetavalevninum, Donald Trump
26.03.2016 - 14:30

Nógv ræðast tankan um, at Donald Trump í november verður forseti í USA og harvið gerst tann, ið hevur mest vald í heiminum.

 

Her eru tríggjar grundleggjandi orsakir til, at Donald Trump hevur so góða undirtøku í USA.

 

Trump svarar altíð stutt og einfalt
Trump hevur karisma, sjálvsálit og eitt avgjørt yvirbrá. Hóast hann ikki altíð hevur rætt, so fær hann tað at ljóða, sum hevur hann rætt. Í politikki kann tað einfalda hava eins nógv at siga sum fakta. Eitt nú sigur hann: “If you don’t like immigration, build a wall”. Ein einføld og stutt útsøgn, sum nógvir amerikanarar tykjast vera samdir í. 

 

Nógvum dámar ikki innflytarar
Viðhaldsfólkini hjá Trump eru serliga hugtikin av hansara áskoðan á innflytarar. Serliga eru tað tey, ið eru fíggjarliga illa fyri, ið geva innflytarum skyldina fyri sína egnu fíggjarligu støðu, av tí at tey kappast um somu størvini.

 

Hann sigur tað, eingin torir at siga
Trump dugir væl at ignorera sínar feilir. Hann kemur ofta við faktuelt skeivum ella sera hjartaleysum staðfestingum, sum fyri eitt og hvørt valevni átti at havt álvarsligar avleiðingar fyri framtíðarútlitini.  
Eitt nú sigur hann, at mexikanarar eru neyðtøkufólk, og at túsundatals muslimar í New Jersey feiraðu 9/11.

Sambært veljarakanningum hava hansara viðmerkingar í roynd og veru ongar avleiðingar havt fyri hansara umdømi sum valevni.

 

Kelda: thewashingtonpost.com
 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.