Fiski- og alivinnan eigur at rinda tilfeingisgjald

Fiski- og alivinnan eigur at rinda tilfeingisgjald
Sløk 60 prosent av føroyingum halda, at fiski- og alivinnan eigur at rinda tilfeingisgjald. Tað vísir kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Framsókn
Fiski- og alivinnan eigur at rinda tilfeingisgjald, halda sløk 60 prosent av føroyingum, sambært kanning hjá Gallup Føroyar, ið varð gjørd í apríl

21.09.2014 - 11:57

Kanningin hjá Gallup Føroyar vísur eisini, at 47 prosent halda, at fiskirættindini fyri ein part eiga at verða seld á almennum uppboði, 25 prosent eru í móti og 27 prosent vita ikki.

Kanningin snýr seg ikki bara um fiski- og alivinnu. Spurt varð eisini, um almennu partabrøvini í BankNordik eiga at verða seld. Her vóru svarini meiri javnt býtt. 28 prosent taka undir við, at tey skulu seljast, 30 prosent eru í móti, og 42 vita ikki.

So at siga eingin var í iva í spurninginum, um øl og vín skulu seljast í matvøruhandlum. Her svaraðu tvey út av trimum, - 63 prosent ja, 33 prosent nei, og 4 prosent vita ikki. Meira enn helvtin av teimum spurdu eru ímóti, at brúkaragjøld verða partur av inntøkum hjá landinum.

61 prosent fyri at samkynd kunnu giftast

57 prosent eru í móti, 24 prosent taka undir við tí, og 19 prosent vita ikki. Spurt varð eisini, um samkynd eiga at kunna giftast borgarligt. 61 prosent av teimum spurdu eru fyri, 32 prosent ímóti, og 7 prosent vita ikki.

Kanningin hevur nakrar mánaðir á baki, tó at úrslitini ikki eru almannakunngjørd fyrr enn nú. Gallup Føroyar sigur, at kanningin er grundað á telefonkanning, sum er gjørd í tíðarskeiðinum 22. - 30. apríl. 528 fólk, eldri enn 15 ár, eru spurd.

Um óvissuna í kanningini, sigur Gallup Føroyar, at tá eitt nú 30 prosent siga nei til, at almennu partabrøvini í Bank Nordik eiga at verða seld, so eru sannlíkindini 95 prosent fyri, at millum 26,1 prosent og 33, 9 prosent halda tað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 31. desember
Nýggjár á Quiztinum 2025
202062
Mikudag 31. desember
PLÁTUPANELIÐ #035 (Árið, ið fer 2025)
202112
Mikudag 31. desember
Morgunlestur mikudagur 31.desember 2025
201927
Týsdag 30. desember
Eitt korter við kórtónleiki
202067
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 31. desember
Gott nýggjár 2025
202129
Mikudag 31. desember
Foytar Greydir nýggjár
201854
Mikudag 31. desember
Nýggjársrøða løgmans 2025
202128