- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mótatiltak í ódnarveðri
Skrivað hevur: Katrin Dahl Hanusson
Hóast ódnarveðrið leikaði í, og stormávaringar ljóðaðu kring landið, so forðaði tað ikki kvinnum (og nøkrum monnum) í hópatali at leita sær oman í SMS til stórt móta og vælverutiltak.
Tiltakið hevði nógv at bjóða so sum mótashow, make-over avdúking, hugleiðing um móta og smakkiroyndir av heilsugóðum mati.
Røddin fekk orðið á tríggjar ungar kvinnur, sum høvdu leitað sær oman til tiltakið
Bjørg Viderø Johannesen
Hugsar tú nógv um, hvussu tú letur teg í? Og hugsar tú nógv um móta?
- Nei, ja, ella… eg lati meg í tað, sum eg føli meg væl í. Í dag er tað bara vanligur hósdagur, so eg havi ikki pyntað meg nakað serligt. Tað mesta av klæðunum havi eg verið í allan dag. Men okkurt havi eg skift, tí eg skuldi oman her.
Hvat heldur tú um slík tiltøk? Geva tey tær íblástur?
- Tey eru ordiliga góð. Her fái eg eitt sindur av íblástri, hvussu eg kann lata meg í, og hvat heystmótin hevur at bjóða. Eg fái ordiligan hug til at fara í handlarnar at keypa mær nýggj klæðir og skifta gerderobuna hjá mær út. Tað er ordiliga gott, at føroyingar seta meira fokus á móta og vælveru
Hvørjum klæðum ert tú í?
- Turriklæðið er frá Sirri. Toppin havi eg keypt á loppumarknaði. Buksurnar og jakkan havi eg keypt í Danmark.
Rannvá Arnadóttir
Hvørjum klæðum ert tú í?
- Eg eri í arbeiðsblus. Troyggjuna hevur gumma mín bundið. Buksurnar og skógvarnar havi eg keypt á loppumarknaði.
Hevur móti stóri týdning fyri teg?
- Ja, eitt sindur. Mær dámar væl at finna mín egna stíl. Tað er altíð kul at fara á loppumarknað og finna okkurt øðrvísi. Eg haldi, at stílurin í Føroyum er rímiliga einstáttaður viðhvørt. Men tú sært, at eg havi ein posa í hondini, so okkurt fær mann kortini altíð í Føroyum :)
Krista Áargarð
Hvørjum klæðum ert tú í?
- Jakkin er spildurnýggjur frá YAS. Kjólan og sokkabuksurnar keypti eg í H&M. Mína cardigan fekk eg fyri ein bíligan penga í Blákrossbúðini.
Hugsar tú nógv um móta?
- Ja, eitt sindur. Eg mangli nýggj klæðir, so tað er fínt at koma oman her at fáa íblástur. Tó keypi eg ikki so ofta klæðir í Føroyum. Tað dámar mær best at gera í Danmark, tí úrvalið har er nógv størri. Mær dámar eisini væl at ganga í litríkum klæðum - also, í mun til alt tað svarta, sum serliga eyðkennir føroyska klædnastílin.
Heldur tú, at slík tiltøk mangla í Føroyum?
- Ja, tað tað gera vit. Men tað er helst ikki so lætt kortini. Tað er jú avmarkað, hvat mann kann gera í Føroyum. Verða slík tiltøk gjørd ov ofta, so verður tað helst trupult at fáa fólk at møta upp. Men hetta er ordiliga feitt kortini :)
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |