Sild og makrelur geva landskassanum 137 mió. kr.

bannari
Sild og makrelur geva landskassanum 137 mió. kr.
Avgjaldslógin er løgd fyri tingið av fíggjarlógaretkniskum orsøkum, men ætlanin er at fáa aðra varandi skipan, sigur landsstýrismaðurin
 
05.10.2014 - 09:21

Hóast landsstýrissamgongan ætlar at koma við eini fiskivinnunýskipan 1. februar, hevur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, lagt uppskot fyri tingið um avgjald á makrel og norðhavssild næsta ár.

Hetta verður gjørt av fíggjarlógartekniskum orsøkum, tí ætlanin er at fáa eina varandi skipan í staðin fyri hesa avgjaldslógina, sigur landsstýrismaðurin.

Skotið verður upp, at øll fiskifør - uttan heimaflotin - rinda 50 oyru fyri kilo av norðhavssild og eina krónu fyri kilo av makreli í avgjaldi.

Skip, sum landa sild og makrel uttanlands ella móttøkuskip undir fremmandum flaggi, skulu haraftrat gjalda tvær krónu fyri kilo í avreiðingargjaldi. 

Bíligari hjá heimaflotanum

Heimaflotin sleppur bíligari. Hann skal rinda ein krónu í avreiðingargjaldi, verður landað uttanlands ella til útlendsk móttøkuskip.

Landsstýrið væntar, at avgjøldini á sild og makreli fara at geva landskassanum tilsamans 137 milliónir næsta ár. Enn er eingin kvota ásett, men tá tað er gjørt, kann verða neyðugt at laga uppskotið til, sigur Fíggjarmálaráðið. 

Jørgen Niclasen sigur í viðmerkingunum til uppskotið, at formenninir í samgonguflokkunum eru samdir um, at ferð skal setast á arbeiðið við fiskivinnunýskipanini. Málið er, at í seinasta lagi 1. februar næsta ár skal uppskot um fiskivinnunýskipan verða gjørt, og tann lógin skal avloysa galdandi lóg um vinnuligan fiskiskap og fyribilslógir um gjøld á fiskivinnuna, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040