- Tíðindi, mentan og ítróttur
Um at tora at stilla upp

Hóast tað er natúrligt, altíð hevur verið soleiðis og altíð fer at vera soleiðis so er tað løgið, at uppliva, hvussu ein send sending skjótt gerst gomul. Uttan nakra samanbering annars, so er tað við einari ávísari sorg, at eg noyðist at lata sendingarnar fara í gloymsluna. Partvíst tí tað er spennandi at gera sendingina og partvíst tí okkurt liggur eftir, sum kundi verið betur. Men har er einki annað at gera við eina senda sending, enn at læra av henni.

Aftur hesuferð fingu vit nógvar afturmeldingar. Tey allarflestu eg havi havt samband við og sum redaktiónin annars hevur verið í samband við hava sagt, at sendingin var betur hesuferð. Eitt sum gongur aftur nógva staðni er, at hon hekk betur saman innihaldsliga. Kritiskar røddir hava so avgjørt eisini verið frammi. Birkbloggur tykist ikki at vera so at nøkta.

Eitt sum hevur fingið nokso harða viðferð er matarinnslagið. Fleiri hava alment sagt, at tað átti ikki at verið við, at tað átti at verið uppá ein annan hátt og so framvegis. Men eg havi ein varhuga av, at tey eru nøkur sum hóast alt hava gleði av tí, sum Tórður og Johanna borðreiða við.

Ynskiligt hevði verið við einari veruligari hyggjarakanning, har vit kundu gjørt mátingar av hyggjaratølum og kanska enn betur, av teimum ymisku elementunum í sendingini. Tað hevði í øllum førum verið stuttligt at havt hørð tøl at hugt at tá vit eftirmeta sendingina.

Vit hava ein pikkalítlan feril av tølum at stuðla okkum at. Tølini fyri heimasíðuvitjanir hava verið rættiliga góð. Tað vísir seg, at bæði greinar um Mælt og sendingin sjálv hava havt nógvar vitjanir samanborið við vitjanartølini á heimasíðuni annars. Og í hesum samanhangi er tað áhugavert at tølini eru eisini rættiliga góð fyri bæði laksin og serliga fyri súreplakøkuna.

Tá man stingur nøsina fram, so fær man onkra skøvuna. Gestirnir hjá okkum fríggjakvøldið hava øll stungið nøsina fram og øll hava tey fingið onkra skøvuna av og á. Tað ger tey áhugaverd sum menniskju. At tey stinga nøsina fram, at tey fáa onkra skøvuna og so eisini at tey eru før fyri at sláa frá sær, tá tað er neyðugt.

Uttan fólk sum tora at stinga nøsina fram er einki Mælt. Takk fyri tit!

Høgni

ps: Tað er eisini galdandi fyri matarinnsløgini.