- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grannskoðaramálið endar í rættinum

Ein stevning er á veg til løgmann.

Í brævi frá advokatinum hjá sjey grannskoðarum, Christiani Andreasen, til Løgmansskrivstovuna, stendur, at grannskoðararnir ætla at leggja málið fyri rættin.

Ætlanin er at leypa Føroya rætt um og fara beint í Landsrættin. Christian Andreasen sigur í brævinum, sum Útvarpið hevur fingið innlit í, at málið er so prinsipielt, at tað ber til at kæra tað til Hægstarætt, tá Landsrætturin hevur dømt í málinum.

Christian Andreasen nevnir eisini Mannarættindadómstólin, tí hann ivast onga løtu í, at avgerðin hjá løgmanni í grannskoðararmálinum er brot á evropeiska mannarættindasáttmálan.

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, staðfesti tann 21.februar avgerðina hjá Skráseting Føroya um at taka aftur løggildingina hjá níggju granskoðarunum í grannskoðaramálinum. Orsøkin er, at grannskoðararnir hava ikki kravdu próvtøkuna fyri at fáa løggilding.

Grannskoðararnir hava tó fingið trý ár til at standa kravdu royndina.

Freistin leingjast

Christian Andreasen, sum umboðar sjey av teimum níggju grannskoðarunum, vil eisini hava Løgmansskrivstovuna at vátta, at trý ára freistin ikki byrjar at telja fyrr enn tað er greitt, hvørja próvtøku grannskoðararnir skulu til.

Christian Andreasen sigur, at hann fer at biðja rættin lata stevningina hava steðgandi virknað, so freistin bíðar eftir dóminum, tí eitt rættarmál sum hetta kann vara í tvey ár.

Fyribils setti stjórin í Skráseting Føroya, Jákup Eyðfinn Kjærbo, gjørdi fyrst í februar av at taka skrásetingina frá fýra grannskoðarum, sum ikki hava brúkt løggildingina. Hinir fimm fingu boð um, at teir skuldu upp til nýggja roynd, og freistin var eitt ár. Sjey grannskoðarar kærdu avgerðina til løgmann, men hann staðfesti hana. Tó longdi hann freistina úr einum ári upp í trý ár.

Christian Andreasen sigur, at tað einasta rímiliga er, at grannskoðararnir bara skulu til eina lítla roynd.

- Tað kann ikki vera rætt, at føroyskir myndugleikar í einum álvarsmáli sum hesum, einum máli, sum einki fordømi er um í rættarvenju yvirhøvur, taka avgerð um afturtøku, hóast teir væl vita, at dómsvaldið kann ógilda avgerðina, sigur Christian Andreasen í kæruni til Løgmansskrivstovuna.

Avgerðin stendur við

Sjúrður Rasmussen, ráðgevi á Løgmansskrivstovuni, sigur, at tey fara skjótt at svara Christiani Andreassen.

Christian Andreassen biður Løgmansskrivstovuna vátta, at málið kann leggjast fyri Landsrættin - í fyrsta instansi. Sjúrður Rasmussen sigur, at tey viðgera hesa áheitanina um at víkja frá vanligu gongdini hjá rættarmálum í Føroyum.

Avgerðin hjá løgmanni í grannskoðaramálinum stendur við, sigur Sjúrður Rasmussen.