Ávaring fyri at hava broytt skráseting um fráveru

Ávaring fyri at hava broytt skráseting um fráveru
Mikkjal Helmsdal, rektari, hevur sett freist til mánadagin at boða leiðsluni frá. Annars verður talan um burturvísing
Næmingar í Hoydølum hava fingið ávaring fyri at hava sníkt seg inn á telduskipan skúlans.

15.03.2012 - 11:10

Tríggir næmingar í 3.G í Hoydølum hava fingið ávaring, tí teir hava brotið seg inn í telduskipan skúlans og broytt skrásetingina um fráveru.

Mikkjal Helmsdal, rektari í Hoydølum, sigur, at skúlaleiðslan fegin vil hava upplýsingar, um aðrir næmingar hava framt sama brot.

Nívir samvitskan hjá onkrum, er seinasta freist mánadagin at boða leiðsluni frá. Mikkjal Helmsdal sigur, at skúlin hevur eina trygdarskipan, sum avlesur, hvør er inni á telduskipanini. Til ber at fara eitt heilt ár aftur í tíðina at síggja, hvør hevur brúkt skipanina.

Rektarin sigur, at verður nakað avdúkað, tá freistin mánadagin er farin, verður talan um burturvísing, og málið verður eisini meldað til løgregluna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891