Finst hvassliga at síni egnu samgongu

Finst hvassliga at síni egnu samgongu
Formaðurin í ungmannafelagnum hjá Miðflokkinum finst at samgonguni, tí hon ætlar at fella tvey uppskot frá andstøðuni uttan haldgóða orsøk
Hallur av Rana, formaður í ungmannafelagnum hjá Miðflokkinum, heldur, at samgongumeirilutin vísir eina "himmalrópandi arrogansu," sum hann tekur til

15.03.2012 - 08:42

Ein tann harðasta atfinningin móti samgonguni higartil kom seint í gjárkvøldið, ikki frá andstøðuni, men úr einum samgonguflokki.

Undir yvirskriftini "Ein himmalrópandi arrogansa" sendi Hallur av Rana, formaður í felagnum Ung fyri Miðflokkin, eitt lesarabræv til fjølmiðlarnar í gjárkvøldið.

Lesarabrævið er ein lemjandi atfinning at samgonguni, sum flokkurin hjá Halli av Rana er við í.

Hallur av Rana skrivar, at tað var við vantrúgv, at hann lurtaði eftir útvarpstíðindunum á middegi í gjár, tí samgongan ætlar at fella tvey frálík uppskot frá andstøðuni uttan nakra veruliga haldgóða orsøk.

Talan er um uppskotini um kostnaðarendurgjaldið hjá løgtingsfólkum og prísstigið í Føroyum. Støðan hjá meirilutanum í Fíggjarnevndini í fyrra málinum vitnar um eina himmalrópandi arrogansu, har tey fólkavaldu verða virðismett nógv hægri enn skattagjaldarin.  Í hesum meirilutanum er Bill Justinussen í Miðflokkinum.

Í seinna málinum tykist støðan hjá meirilutanum í Vinnunevndini at vera talan um ráðarleysar politikarar, sum renna undan ábyrgd, skrivar Hallur av Rana.

Hann skrivar, at sjálvandi skal ein kanning gerast fyrst, soleiðis sum Javnaðarflokkurin skjýtur upp, áðrenn til ber at gera ítøkilig politisk tiltøk fyri at fáa prísirnar í Føroyum niður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
HPV kann raka øll
205467
Mikudag 11. mars
Góðan morgun Føroyar
205464
Mikudag 11. mars
Morgunlestur mikudagur 11.mars 2026
205069
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313