Møgulig loysn fyri vetrartunglyndi funnin

Møgulig loysn fyri vetrartunglyndi funnin
Mongdin av serotonin, sum er evnið ið gevur okkum kenslu av eydnusemi, kann, sambært granskarunum, hava stóran leiklut hjá fólki við vetrartyngd
Loysn fyri vetrartunglyndi
Mynd: Savnsmynd  
 
23.10.2014 - 12:35

Danskir granskarar hava funnið møguliga frágreiðing, hví summi fólk líða av vetrartyngd.

Myrku árstíðirnar, heystið og veturin, eru fyri nøkur tað sama sum vetrartyngd. Nú hava danskir granskarar funnið eina mekanismu í heilanum, sum kann verða atvoldin. Tað skrivar BBC.com.

Mongdin av evninum, serotonin, sum er evnið ið gevur okkum kenslu av eydnusemi, kann, sambært granskarunum, hava stóran leiklut hjá fólki við vetrartyngd.

Heilaskanningar av 11 fólkum sum líða av vetrartyngd vístu, sambært bbc.com, at protein, sum transporterar serotonin, burturbeinir meira serotonin um veturin enn um summarið, samanborið við 23 frískar persónar.

Dagsljós hjálpir til at halda transportvirkseminum av serotonini-stigunum nátúrligt niðri, men tá ljósa tíðin hvørvur um heystið, økist transportvirksemið av serotonini, og úrslitið av tí er lægri nøgd av serotonini, sigur Brenda McMahon, sum er ph.d. á Neurobio-logisku granskingareindini á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, við bbc.com.

Hon sigur, at frísk fólk hava ikki øktan transport av serotonini, og tað merkir, at persónurin hevur nóg mikið av serotonini allan veturin. 

Úrslitini verða løgd fram á neuro-psyko-farmakologi-ráðstevnu í Berlin seinni.

Les eisini grein í Røddini - Smíl til heimin, og heimurin smílist til tín

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595