„Smíl til heimin, og heimurin smílist til tín“

„Smíl til heimin, og heimurin smílist til tín“
Við vetrinum koma myrkir, stuttir dagar, keðiligt veður, krím - og í ringasta føri tunglyndi. Nógv fólk fáa nevniliga vetrartunglyndi, tá ið veturin kemur, og tey klára ikki, at ljósið bert er frammi í nakrar fáar tímar. Vátu sokkarnir gera tað so heldur ikki frægari. Um alt følist eitt sindur dapurt hjá tær í løtuni, so kanst tú royna eitt, ið hjálpir næstan hvørjaferð. Smíl.
26.11.2013 - 08:00

 

 

Á kantinum á Gajoleskjum stendur: „Smil til verden, og verden smiler til dig.“ Hetta er ikki bara eitt tilvildarligt orðatak, og eitt sindur av sannleika liggur goymt í tí, heldur Hans Henrik Knoop, sum er serfrøðingur í hugtakinum ,positiv psykologi‘.

 

- Í gerandisdegnum fær mann vanliga eitt smíl aftur frá tí, ið mann hevur smílst til, so leingi sítt egna smíl ikki hevur verið sarkastiskt. Á sama hátt fer ein, ið mann hevur hjálpt, betur at tíma at hjálpa tær aftur, sigur Hans Henrik Knoop í samrøðu við DR.

 

- Kjarnin í hesum er so sterk! Tá ið mann smílist til heimin við at trúgva upp á okkurt gott,  er tað nóg mikið til økja sannlíkini fyri, at okkurt gott faktiskt fer at henda. Hetta er nakað, ið eisini verður rópt „placebo-effektin“ í vísindarligum kanningum ella „trúgvin, ið flytur fjøll“.

 

Allir ræðuleikar og øll mótgongd í lívinum svinnur ikki, tá ið tú smílist, og mann kann ikki fyribyrgja hendingum uttanifrá, tí teimum eru vit øll úti fyri viðhvørt. Men við at smílast kann lagið gerast betur, og eitt smíl smittar illa, so onnur rundan um teg gerast eisini í betur lag. Hans Henrik Knoop hevur samlað nøkur ráð, sum kunnu fáa títt smíl fram á varrarnar:

 

1. Tak stig til ymiskt og tak ábyrgd fyri tínum avgerðum - passivitetur fær ofta fólk niður við høvdinum.

2. Tá ið alt er í ordan og fysiskt sunt í kroppinum, so skínir tað eisini ígjøgnum lyndið. Halt teg kropsliga í gongd.

3. Hav yvirlit yvir tínum lívi og stýr á, hvat tú raðfestir - royn ikki at hugsa ov nógv um tað, ið er hent, ver til staðar í dagligdegnum og hav eina innihaldsríka framtíð í eygnakrókinum at arbeiða fram ímóti.

4. Ver nógv saman við teimum, sum tær dámar at vera saman við, og gev tær ómak at hjálpa teimum og samstundis geva teimum positivar avbjóðingar.

5. Ger teg til ein betri persón hvønn dag - legg merkis til gleðina, tá ið mann lærir okkurt nýtt, og tá ið man gleðir onnur.

6. Finn nakrar innihaldsríkar avbjóðingar, men ikki ov stórar, og ger tað liðugt, sum tú fert í gongd við, so at tú kanst siga, at tað næstan altíð eydnast hjá tær at fullfíggja tað, ið tú setir tær fyri.

7. Far í djúpdina. Tær bestu upplivingarnar í lívinum eru tær djúpu. Og ansa eftir, at tú ikki letur teg stýra av nútíðars tøknini. Tøknin er ein góð tænsta hjá menniskjum, men aldri ein góður harri.

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.