Fiskurin ikki etandi staðfestir Vinnukærunevndin

Fiskurin ikki etandi staðfestir Vinnukærunevndin
Vinnukærunevndin hevur staðfest avgerðina hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni um fiskin hjá Ran, sum ikki kann seljast til matna. Thor onga viðmerking
Ran var á Flemish Cap í vár sum móttøkuskip.
 
24.10.2014 - 12:36

Fiskurin kann metast at bera sjúku ella kann hann gera fólk sjúk, tí fiskurin kann vera dálkaður.

Vinnukærunevndin hevur staðfest avgerðina hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni um fiskin hjá trolaranum Ran, sum ikki kann seljast til matna.

Avgerðin er grundað á millum annað, at fiskurin er frystur beinleiðis í goymslulastini.

Ítøkiligar umstøður vóru í sambandi við frystingina og landingina av fiskinum, sum hava við sær, at fiskurin kann metast at bera ella kunna vera atvold til sjúku, tí fiskurin kann vera dálkaður. 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan vísti til eina ávísa grein í matvørulógini, sum P/f Thor, sum eigur Ran, ikki heldur kann brúkast í hesum førinum. Men tað kann hon, sigur Vinnukærunevndin.

Thor onga viðmerking

Ran og Phønix vóru á Flemish Cap í vár, Phønix fiskaði, og Ran tók fiskin. 

Sambært Thor var toskurin, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan kolldømdi, ov stórur til frystararnar hjá Ran. 

Einastu møguleikar vóru antin at blaka fiskin fyri borð ella frysta hann í lastini. Avgjørt varð at frysta fiskin óinnpakkaðan í lastini.

Gunnbjørn Joensen, stjóri í Thor, sigur í dag, at har hava tey onga viðmerking í løtuni. 

Fiskurin hjá Ran, tey 70 tonsini, sum sambært Heilsufrøðiligu starvsstovuni og Vinnukærunevndini ikki kann brúkast sum matvøra, liggur enn á frystigoymslu.

   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655