Landslæknin úr starvi

Landslæknin úr starvi
Landslækninn, Høgni Debes Joensen, fer nú frá vegna aldur
Høgni Debes Joensen úr starvi vegna aldur
Mynd: savnsmynd  
 
30.10.2014 - 11:08

Høgni Debes Joensen, landslækni, fer úr starvi í morgin, tað stendur í tíðindaskrivi frá landslæknanum.

Landslæknin fer úr starvi hin 31. oktober, eftir at hann í juni boðaði frá, at hann ynskti at verða loystur úr starvi vegna aldur, nú hann fylti 70 ár hin 12. oktober. Høgni Debes Joensen byrjaði í starvinum 35 ára gamal og hevur sotstatt verið landslækni í 35 ár, nú hann fer frá, stendur í tíðindaskrivinum.

Henrik L. Hansen, leiðandi embætislækni í Danmark, er fyribils settur sum landslækni frá 1. november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Skratsj 20. maj 2026
208625
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590