Strandferðslustjórin fortaldi Johan Dahl um skriv

10.11.2014 - 13:50
Innlendis›Politikkur
Strandferðslustjórin fortaldi Johan Dahl um skriv
Hans Petur Joensen, fyrrverandi fíggjarleiðari, heldur at eitt persónsmál hjá sær, verður brúkt til at dálka sín persón

Stjórin á Strandfaraskipum Landsins sigur, at hann hevur greitt Johan Dahl, landstýrismanni í vinnumálum, frá, hvat stendur í hoyringarskrivinum, sum hann hevur givið Hans Peturi Joensen í sambandi við, at hann skuldi koyrast úr starvi sum fíggarligur leiðari á Strandferðsluni. Hann heldur, at tað er náttúrligt at kunna landstýrismannin, tá ein so týdnignarmikil persónur fer frá.

Hans Petur Joensen heldur, at talan er um, at upplýsingar um hann eru latnar fyri at dálka sín persón, og hann kennir seg forfylgdan.

Johan Dahl segði Joen Magnus Rasmussen, limi í landsstýrismálanevndini, frá málinum undir viðgerðini av misálitinum á Johan Dahl, og Joen Magnus Rasmussen tók tað síðani upp á tingsins røðarapalli, har hann nevndi, at fyrrverandi fíggjarleiðarin fór frá av heilt øðrum ørsøkum.

 

Mynd: Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952