1825 fólk arbeiðsleys í januar

1825 fólk arbeiðsleys í januar
1641 vórðu skrásett í ALS og 284 á Almanastovuni

29.02.2012 - 09:48

Arbeiðsloysið í Føroyum var 6,7 prosent í januar. Tá vóru 1825 fólk arbeiðsleys, 41 fleiri enn í desember. 1641 fulltíðararbeiðsleys vóru skrásett á ALS og 184 hjá Almannastovuni.

Men arbeiðsloysið í januar var tó verri enn so stórt sum í januar í fjør, ein mánað eftir, at Faroe Seafood fór av knóranum.

Hagstovan viðger arbeiðsloysið á heimasíðuni í dag.

Avleiðingin av húsaganginum hjá Faroe Seafood sæst best í tølunum fyri februar í fjør. Í september í fjør vóru 580 færri arbeiðsleys enn í februar. Men síðani er arbeiðsloysið vaksið aftur.

Arbeiðsloysið er ikki komið niður aftur har, sum tað var á heysti 2010, tað er áðrenn Faroe Seafood fór á húsagang. Størsta arbeiðsloysið er hjá teimum elstu á arbeiðsmarknaðinum. Lættast er at fáa arbeiði hjá teimum 35 til 55 ára gomlu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 8. desember
Heim, kæra heim III (3:3) - teknmálstulkað
201217
Mánadag 8. desember
Veðrið
201202
Sunnudag 7. desember
Jólakonsert í Ebenezer
201168
Sunnudag 7. desember
Møti úr Saron í Sandavági
201167