Føroyskt streetart

Føroyskt streetart
Tú hevur kanska sæð myndir av skøltum og ymsum verum hanga á bussskýlum runt í býnum, men hvør er listamaðurin handan myndirnar? Röddin hevur hitt hann.
15.11.2014 - 10:15

Ljós er í lítla atelierinum, og tónleikur hoyrist langan veg. Innanfyri stendur Ólavur Thorsteinsson, handan listanavnið TRÖDL, og leggur síðstu hond á eina mynd, sum skal heingjast upp seinni á kvøldinum.

 

Streetart í almenna rúminum

TRÖDL byrjaði upp á eina nýggja verkætlan fyri einum góðum mánaði síðani, har hann vísir sína list fram í almenna rúminum. 

 

Hugskotið handan verkætlanina kom, tá hann var í Kolumbia eitt semestur, har hann arbeiddi við streetart listafólkum. Teir arbeiddu við stenslum og at líma upp á veggir, og tá bleiv hann hugtikin av stílinum. 

 

Myndirnar hjá honum eru figurativar. Tað eru menniskju, skøltar og ymiskt annað. Flestu myndirnar hava fleiri týdningar, og eisini dámar honum væl at arbeiða við súmbolum. Myndirnar eru viðmerkingar til samfelagið, men eisini eru tær upp til tann einstaka at tulka.

 

- Streetart í tí almenna rúminum. Tað eru jú fólk, sum fara út at siga sína meining, lesarabræv blanda við list. Eg havi altíð hildið, at tað hevur verið spennandi at sæð. Spennandi at fara við tokinum í Danmark og bara hyggja at graffiti. Fyrr gjørdi eg bara grafitti í føroyskt bøkurnar, men nú er tað blivið til meira.

 

 

Kenna lítið til tað í Føroyum

Mann sær lítið til grafitti og streetart í Føroyum. Føroyar eru lítlar, og so er tað eisini tað ólógliga í tí. Grafitti ella streetart verður ofta sæð sum nakað ólógligt, men kann eisini gerast á lógligan hátt. Tað, sum TRÖDL ger, er ikki ólógligt. Hann fær loyvi allastaðni, har hann heingir sínar myndir upp.

 

- Føroyar eru so lítlar, at øll kenna hvønn annan. Mann kann ikki bara mála á veggin hjá øðrum. Eg hevði verðið fratørur, um tú fór at mála á mín vegg. Men havi tó sæð onkran ganga runt og stensla. Eg síggi tað beinanvegin, um okkurt nýtt er komið. 

 

 

Positivar afturmeldingar

TRÖDL hevur fingið nógvar positivar afturmeldingar upp á verkætlanina. Fólk halda tað vera feitt, meðan onnur spyrja, hvat myndirnar merkja. Hann heldur, at ein av grundunum til, at tað er so væl móttikið, er tí, tað er límað og hektað upp á veggir. Tað hevði kanska ikki verið líka væl móttikið, um hann sprayaði á veggirnar.

 

 

- Tað, sum eg arbeiði við nú, er millum annað fráflyting, føroyskur samleiki og tann ham, ið vit lata okkum í. Eitt av verkunum er ein avskorin hond við einum gomlum føroyskum húsi, har eg havi skrivað avtofting útyvir, ið eg knýti at fráflyting og teimum veruleikum, ið stingast upp av tí. (myndin til vinstru). Myndin við vitanum er meiri upp til tulking. Tað er leitanin eftir upplýsing (myndin til høgru).

 

Les eisini: Ólavur: TRÖDL er mítt listarliga útlát

 

 

- Tá hetta einaferð er tornað, fari eg at heingja tað upp. Um onkur skræðir tað niður tveir tímar aftaná, fái eg einki gjørt við. Um eg eri heldigur, so hongur tað í tvær vikur. Tað er einki annað mál í tí, enn at fáa tað út í almenna rúmið, og kanska onkur fær okkurt burturúr og gleði av tí. 

 

 

- Mær hevur altíð dámað væl málningalist, men um eg hevði fingið møguleikan at sæð skitsurnar hjá Leonardo Davinci, vildi eg heldur tað. Skitsur hava okkurt serligt í sær, tær eru meiri ærligar. Mær dámar væl at hava eitt hugskot eitt kvøldið og skitsa okkurt skjótt niður. Eg sensureri meg minni av tí sama.

 

Framsýning á veg

TRÖDL hevur leingi havt ætlanir um at gera eina framsýning, og nú hevur hann sett tíð av til tað. Röddin gleðir seg at síggja meiri frá unga listamanninum.

 

 

 

Myndir:  © Sonja Wang Hansen

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.