Ólavur: - TRÖDL er mítt listarliga útlát

Ólavur: - TRÖDL er mítt listarliga útlát
Tú kennist kanska við navnið ella minnist hann frá ScrubArt; talan er nevniliga um Ólav Thorsteinsson, ið er ungi listamaðurin handan verkætlanina TRÖDL.
20.11.2013 - 01:30

 

- Eg tekni fyri tað mesta. Tað er faktiskt tað, mín tíð fer við. Eg royni at mála eitt sindur eisini, men vendi altíð aftur til at tekna.


Havnamaðurin ikki bert teknar og málar, eisini er onkur leirlist inn ímillum, og harafturat er hann byrjaður at fáast við at talgildar tekningar.


- Eg eri byrjaður at tvætla eitt sindur við at tekna á telduni, og tað hevur mega opna eyguni hjá mær. Mann hevur heilt aðrar møguleikar á telduni, so tað geri eg nokk so nógv av fyri tíðina. Mær dámar eisini øgiliga væl at tekna við reinum blekki, og so geri eg mær ymsar pennar, sum onkuntíð rigga og aðrar tíðir ikki rigga so væl, tí fái eg onkrar deiligar effektir burturúr. Og so er tað Photoshop! Tað er suverent at tekna og mála við. At tekna á pappír kann følast eitt sindur meira "ordiligt", men mann fær nakrar ótrúligar møguleikar við bustum og teksturi, linjum og bakka aftur. Tað er ein heilt annar máti at arbeiða uppá, og tað er ræðuliga nógv skjótari, fortelur Ólavur, sum í summar flutti heim aftur til Føroyar.


- Eg gekk á einum skúla niðri, sum arbeiddi við verkætlanum, har mann altíð arbeiddi fyri verulig fólk og veruligar fyritøkur, og næstan allar verkætlanirnar, eg var við í, høvdu okkurt við list at gera. Eg var so ein túr í Columbia og hjálpti nøkrum street-listafólkum at gera eitt virki burturúr teirra list; at strukturera teir uppá onkran máta. Tað var ordiliga íblástrarríkt at síggja teir liva í einum turbulentum politiskum landi. Listin hjá teimum var øgiliga politiskt vend, tað var næstan sum tekningarnar hjá Óla P., men við meira street-art stíli. Øgiliga kritiskar tekningar ímóti tí politiska, og tað er ikki nakað mann bara ger soleiðis har, serliga harbeint. Í Føroyum hevði tað verið heilt øðrvísi, tú hevði kanska fingið eina bót fyri at mála uppá veggin, men har hevur tað heilt aðrar fylgjur, sum tað so eisini hevði fingið fyri nakrar av teimum. Tað, at tora at gera tað allíkavæl og responsið, teir fingu frá fólki - teir brúktu sína egnu rødd, men tann røddin dekkaði eisini ein stóran part av fólkinum á gøtuni. Teir varpaðu ljós á órættvísi og siðspillu og tílíkt, sigur Ólavur afturlítandi.


Heimafturkomin eftir loknan lesnaða í Aarhus er hann byrjaður uppá eina nýggja listaverkætlan, ið hann nevnir TRÖDL.


- TRÖDL er mítt listarliga útlát. Eg havi arbeitt við at tekna og mála fyrr, og tað var ræðuliga stuttligt. Eg fekk ein sovornan lítlan propp av tí, tá eg varð niðri. Eg hevði ikki ordiliga lagt listina á hyllina, men eg sanvaði meg meira um bara at tekna og ikki um at útgeva nakað. Nú eri eg so komin heim aftur, og tað kennist á onkran hátt meira náttúrligt at byrja aftur.


- Tað er ikki so langt síðani, vit steðgaðu við at trúgva uppá trøll. Trøll kunnu hava nógv ymisk ham, og tekningarnar, eg tekni, eru verur, sum hava latið seg í ham - føroysk ham, uppá nógvar mátar. Ofta eru tað maskur, djórabeinagrindir, seyðahamur, fuglahamur og tílíkt. Nógvar av mínum seinastu tekningum handla um samleika. Tað er jú eisini eitt endaleyst kjak í Føroyum, hvat er føroyskur samleiki? Hvat gera vit, og hví flyta øll burtur hiðani? Tað er ikki so super nýtt at tosa um, men tað er øgiliga nógv í fokus fyri tíðina, haldi eg. Eg veit ikki, um eg tilvitað blandi meg uppí tað, men tekningarnar hjá mær eru onkursvegna vendar tann vegin.


Men hví ikki brúka títt egna navn ella yvirhøvur nevna tað?


- Tankarnir handan tað, at eg ikki brúki mítt egna navn, eru, at tað skal ikki handla um meg persónliga. Mínar tekningar eru ein máti hjá mær at fáa tankar og kenslur út uppá, og mær dámar rættiliga væl, tá tær tosa fyri seg sjálvar og ikki endiliga hava meg líkasum í mentu, greiðir Ólavur frá og heldur fram:


- Mær dámar øgiliga væl myndirnar hjá Heinrich Kley, sum var ein politiskur karaktur teknari úr Týsklandi í 1900-talinum, sum hekk nokk so nógv út við Walt Disney. Hann hevur so ræðuliga feitar tekningar, politiskar satirur ella soleiðis. Street-art og politiskir teknarir generelt eru stórar íblástrarkeldur hjá mær. So eru tað sjálvandi onkur føroysk listafólk ímillum, men eg haldi ikki, eg vil nevna nakran ávísan. Adventure Time er annars eisini ein mega inspiratión!


Vit sita í fjálgu stovuni heima hjá Ólavi. Tónleikurin spælir spakuliga í bakgrundini, og lukturin av kaffi fyllir rúmið, ið er prýtt við eitt nú einari 200 plakat, einari Guðrið Hansdóttir plakat og einum málningi, ið Ólavur sjálvur hevur málað.


- Eg havi eitt orð í høvdinum, sum eg tvætli nokk so nógv við: Foglife, ella tokulív, men mær dámar tað betur á enskum, tí tað fer eitt sindur yvir í "thuglife". Tað er jú bara eitt orðaspæl, men tú kanst blanda nokk so nógv uppí tað, um tú vilt. Tað fyrsta eg hugsi er: At liva í Føroyum. Tað er líkasum ein lítil heimur í heiminum. Eg vil ikki siga bobla, tí tað er tað typiska at siga, men tað er eitt sindur av einum tokulívi, uppá nógvar mátar. Tað er ofta øgiliga lokalt. Tað følist uppá onkran máta, sum mann situr mitt í heiminum, tá mann tosar um føroysk viðurskifti. Men um mann hyggur í tí stóra breiða perspektivinum, so eru Føroyar bara ekstremt lítlar. Eg meini so við, hvussu nógv veitst tú um til dømis Svalbard?


- Einki dato er sett til nakra framsýning enn. Mær dámar øgiliga væl at halda tað nokk so spontant, tá tað kemur til framsýningar og tílíkt, tí um eg veit, at eg havi eina deadline um tvær vikur, so pressi eg meg sjálvan ov nógv. Og so er vandin fyri at fara uppá kompromis, og har ætli eg mær ikki at fara, sigur Ólavur greiður at enda.


Vitja Facebook síðuna hjá TRÖDL her.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.