Vita ikki um viðgerðartilboð gera nyttu

Vita ikki um viðgerðartilboð gera nyttu
Landsgrannskoðanin heldur, at neyðugt er at greina, um verandi bú- og viðgerðartilboð til børn og ung eru tey røttu
 
19.11.2014 - 09:41

Eingi tøl eru, sum siga, um tað nyttar nakað at geva børnum og ungum bútilboð og viðgerðartilboð. 

Landsgrannskoðanin staðfestir, at eingi hagtøl eru, sum lýsa úrslitið av arbeiðinum at tryggja, at børn, sum hava fingið bú- og viðgerðartilboð, fáa neyðuga hjálp og umsorgan.

Landsgrannskoðanin heldur, at tað hevði verið skilagott, um tað almenna hevði kunnað víst á úrslit og árin av viðgerðini. Tí tað kundi givið ábending um, antin tað nyttar at brúka pengar til bú- og viðgerðartilboð, ella um talan í veruleikanum bara er um bútilboð.

Við hesi staðfesting byrjar niðurstøðan hjá Landsgrannskoðanini, sum hevur gjørt frágreiðing til løgtingsgrannskoðararnar um bú- og viðgerðartilboð til børn og ung.

Kostar 1,2 mió. í miðal

Í miðal kostaði hvørt búplass 1,2 mió. kr. at reka í 2012. 

Landsgrannskoðanin heldur eisini, at neyðugt er at greina, um verandi bú- og viðgerðartilboð eru tey røttu. Sambært barnaverndarlógini skulu myndugleikarnir góðkenna leigusáttmálar, áðrenn børn og ung flyta inn í ein bústovn.

Tað er tí ikki í lagi, at ein stovnur hevur virkað í hálvt triðja ár, frá 1.januar í 2012, uttan góðkendan leigusáttmála, sigur Landsgrannskoðanin.

Landsgrannskoðanini fýlist eisini á, at regluligt eftirlit er ikki við stovnunum. 

Í frágreiðingini stendur eisini, at Almannaverkið hevur síðani 2008 skrásett 18 fráboðanir um valdsnýtslu á samdøgursstovnum fyri børn og ung.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527