Lundin verður ikki friðaður

Lundin verður ikki friðaður
Føðitrot ger, at lundastovnurin er nógv minkaður, men hann verður ikki friðaður, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður
 
24.02.2012 - 15:08

Hóast stovnurin minkar, er eingin ætlan um at friða ella verja lundan. Tað hevur Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna, fingið at vita frá Fiskimálaráðnum.

Í svarinum, hon fekk frá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, stendur annars, at seinastu átta árini eru ongar ella fáar pisur komnar undan. Trý tey seinastu árini er lundin rýmdur frá eggunum

Veiðan nógv minkað

Lundaveiðan er nógv minkað. Tað er tó ikki veiðan, men føðitrot, sum ger, at bara búfuglur og lundi, eldri enn átta ár, eru eftir.

Í september í fjør bað táverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Johan Dahl, um loyvi frá løgtinginum til at friða lunda í eitt ávíst tíðarskeið. Lógaruppskotið datt tó burtur, tá løgtingsvalið varð fráboðað.

Sambært svarinum hjá Jacobi Vestergaard er uppskotið ikki á veg aftur í Løgtingið. Fiskimálaráðið heldur tí framvegis, at neyðugt er at avmarka lundaveiðuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744