Afturkalla blikk við kili bønum

Afturkalla blikk við kili bønum
Heilsufrøðiliga Starvsstovan afturkallar nú blikk við kili bønum av merkinum Kavli Chilli Beans
 
28.11.2014 - 08:30

Heilsufrøðiliga Starvsstovan afturkallar nú blikk við kili bønum. Talan um merki Kavli Chilli Beans, har tað eru 410 gramm í. 

Orsøkin er, at í summum dósum eru ikki kili bønir í, men Ravioli tomatsós. 

Vøran er ikki spilt ella nakað sovorið, sambært heilsufrøðiligu starvsstovuni, men í Ravioli tomatsós er hveiti, mjólk og selleri og tað stendur ikki á merkingini.

Vøran kann tí elva til allergisk útbrot hjá fólki, sum eru ovurviðkvom og ikki tola hveiti, mjólk ella selleri, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan. 
 
Ráðini frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni eru at koyra vøruna burtur, ella at lata hana inn aftur til handilin, har hon er keypt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373