Nú skulu fiskirættindi galda í 12 ár í senn

Nú skulu fiskirættindi galda í 12 ár í senn
Landsstýrið skjýtur upp, at galdandi veiðuloyvi verða í gildi til 2024

22.02.2012 - 08:32

Landsstýrið ætlar at gera eina rullandi skipan fyri fiskirættindini, so skip altíð hava veiðuloyvi í 12 ár.

Landsstýrið mælir til í lógaruppskoti, at orðingin í lógini um vinnuligan fiskiskap um, at galdandi skipan varir til 1.januar 2018 verður broytt til "í 12 ár í senn".

Hetta merkir, at fiskirættindini verða galdandi í 12 ár, so leingi tey ikki eru uppsøgd, og uppsagnartíðin er 12 ár.

Tað merkir, at verandi veiðuloyvi, sum skuldu galda til 2018, sambært lógaruppskotinum verða galdandi til 2024.

Tá næsta fiskiár byrjar 1.september næsta ár, fáa skipini aftur loyvi í 12 ár, so veiðuloyvið tá verður galdandi til 2025. Tá fiskiárið 2014 byrjar, vera loyvini galdandi til 2026, og so framvegis.

- Lógarbroytingarnar, sum nú verða gjørdar, skulu leggja virkiskarmarnar hjá vinnuni og umsitingarkarmarnar hjá myndugleikunum í eina trygga legu, tí greiðari ræðisrættur verður knýttur at loyvunum. Og peningastovnarnir fara aftur at fíggja fiskiskip, nú óvissan um framtíðina hjá flotanum ikki verður so stór, skrivar táverandi landsstýrismaður Jákup Mikkelsen í uppskotinum, sum hevur verið til hoyringar hjá millum annað vinnuni.

Hoyringarfreistin var úti á middegi í gjár.

Lógaruppskotið er dagfest 14.februar, tað er dagin fyri, at Jákup Mikkelsen varð loystur úr starvinum sum landsstýrismaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. februar
Bolero
204621
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204619
Leygardag 21. februar
Jambalaja - 210226
204591
Leygardag 21. februar
Vikugesturin: Øll hava rætt til verju
204585
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204615
Sunnudag 22. februar
Andaktin við Rasmusi Petersen
204613
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: VÍF - Kyndil
204604
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá monnum: Kyndil - H71
204607
Leygardag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204575