Tunnilsmálið: Ikki fleiri avhoyringar

bannari
Tunnilsmálið: Ikki fleiri avhoyringar
Hans Gammeltoft-Hansen, kanningarstjóri, hevur boðað frá, at alt samskiftið, spurningar og svør, nú er skrivligt
 
01.12.2014 - 12:51

Hans Gammeltoft-Hansen, sum kannar málið um privata Eysturoyartunnilin fyri løgtingið, hevur ikki biðið nakran av teimum, hann hevur spurt um málið, koma aftur í Dómhúsið í Havn í dag ella í morgin.

Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sum verða kannaðir, og hini, sum eru spurd um málið, vóru annars biðin um at seta kross í álmanakkan 1. og 2.desember.

Møguliga skuldu tey hava fleiri spurningar frá kanningartoyminum. 

Men síðani hevur Hans Gammeltoft-Hansen boðað frá, at alt samskiftið, spurningar og svør, nú er skrivligt.

Nógvir spurningar til Rune Bro Róin

Rune Bro Róin í CIP, Copenhagen Infrastructure Partners, fekk 5.november eina rúgvu av spurningum frá Hans Gammeltoft-Hansen, kanningarstjóra. Hann fekk freist til 15.november at svara.

Rune Bro Róin varð millum annað spurdur um fundirnar, sum hann hevði við løgmann 26. og 27.juni. Hann tosaði eisini í telefon við løgmann 24.juni.

Hans Gammeltoft-Hansen fer at almannakunngera bæði spurningarnar og svørini hjá Rune Bro Róin, tá liðugt er at spyrja og svara, tí allar hinar avhoyringarnar hava verið almennar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816