Umsøkjari kært innstilling til prestastarv

02.12.2014 - 08:10
Innlendis›Samfelag
Umsøkjari kært innstilling til prestastarv
Prestavígslan og innsetanin av nýggja prestinum á Nesi er avlýst

Sóknarbørnini í Nes Sóknar Prestagjaldi mugu brynja seg við toli, áðrenn tey fáa nýggjan prest, tí Mentamálaráðið hevur fingið eina kæru um innstillingina av presti.

Tað lá annars í kortinum, at Ovi Brim skuldi taka við sum prestur í sóknini, eftir at kirkjusóknirnar á Nesi og í Gøtu høvdu innstillað hann til kallið sum sóknarprestur.

Eftir ætlan skuldi prestvígsla og innsetan vera nú í desember, men tað er fyribils avlýst.

Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, váttar fyri útvarpinum, at tað er ein av umsøkjarunum, sum hevur kært innstillingina.
- Kæran snýr seg um formlig viðurskifti í sambandi við innstillingina, sigur Poul Geert Hansen, sum roknar við at brúka nakrar vikur at viðgera kæruna.

Fleiri viðmerkingar hevur aðalstjórin í Mentamálaráðnum ikki í løtuni.

Hoyr samrøðu við Jógvan Fríðriksson, biskup, í útvarpstíðindunum.

 

Mynd: Kirkjufólkið á Nesi noyðist at bíða eina tíð afturat eftir nýggjum presti

 
Er kopiera

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andaktin
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666