Kanna møguleikan at lækka skúlaaldurin

Kanna møguleikan at lækka skúlaaldurin
Mentamálaráðið fer at seta arbeiðsbólk at lýsa spurningin, nær undirvísingarskyldan skal byrja. Føroysk børn fara sum er seinni í skúla, enn børnini í grannalondunum

20.02.2012 - 09:19

Mentamálaráðið fer nú at kanna spurningin, um føroysk børn skulu í skúla seks ára gomul.

Tað veit Skúlablaðið at siga.

Í samgonguskjalinum stendur, at spurningurin um at lækka undirvísingarskylduna til 6 ára aldur verður lýstur og í áliti, sum Fólkaskúlaráðið gjørdi seinasta summar, verður mælt til at lækka skúlaaldurin.

- Tað er umráðandi at fáa henda spurningina væl lýstan, áðrenn endaliga støðan verður tikin, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, við Skúlablaðið.

Hann ásannar, at føroysk børn fara seinni í skúla, enn børnini í grannalondunum. Men áðrenn støða verður tikin, er umráðandi at fáa spurningin væl lýstan, heldur hann:

- Tað er umráðandi at hoyra allar partar, sum varða av børnum í hesum aldri, áðrenn stig verða tikin til at lækka skúlaaldurin, sigur landsstýrismaðurin, sum eisini heldur tað bera til at hyggja at royndunum hjá teimum trimum kommununum, sum longu hava sett forskúla á stovn.

Arbeiðsbólkur verður settur sum skjótast at lýsa spurningin um, nær undirvísingarskyldan skal byrja. Enn er arbeiðssetningurin ikki gjørdur.

Sambært Skúlablaðnum roknar landsstýrismaðurin við, at árið gongur, áðrenn útgreinandi arbeiðið er liðugt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Morgunlestur leygardagur 7.mars 2026
204721
Fríggjadag 6. mars
Vikuskiftið 6 mars 2026
205251
Fríggjadag 6. mars
LEITISSTEIN 06.03.2026 (Kalas)
205241
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189
Hósdag 5. mars
Filip: Í dans
205173