Pensjón: Gift og sambúgvandi skulu javnsetast

bannari
Pensjón: Gift og sambúgvandi skulu javnsetast
Sjálvstýrisflokkurin sigur, at galdandi skipan leggur upp til, at giftir pensjónistar lata seg skilja fyri at fáa hægri pensjón
Kári P. Højgaard hevur skotið upp at javnseta gift og sambúgvandi, tá ræður um pensjón
 
04.12.2014 - 08:04

Sjálvstýrisflokkurin ger nú eina roynd at javnseta giftar og sambúgvandi pensjónistar. 

Formaður og tingmaður floksins hevur lagt uppskotið fyri tingið  til samtyktar. 

Sambært Kára P. Højgaard leggur verandi skipan upp til, at giftir pensjónistar lata seg skilja fyri at fáa hægri pensjón. 

Eini hjún, sum ikki hava aðra inntøku enn fólkapensjón og Samhaldsfasta, hava sambært uppskotinum hjá Kára P. Højgaard eina mánaðarliga inntøku eftir skatt, sum er umleið 16.500 kr.

Eitt sambúgvandi par uttan aðra inntøku enn fólkapensjón og Samhaldsfasta hava eina mánaðarliga inntøku, sum er 19.700 kr. Tað merkir, at inntøkan hjá sambúgvandi parinum er umleið 3.200 kr. hægri enn hjá giftum, vísir Sjálvstýrisflokkurin á. 

Uppskotið útgreinar ikki, hvat javnsetingin kostar, ella hvussu hon skal fíggjast.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Sunnudag 18. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
202845
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738