IFS: Bakkafrost 277 mió. kr. í avlopi í fjør

IFS: Bakkafrost 277 mió. kr. í avlopi í fjør
Íslendska greiningarfyritøkan væntar, at sølan hjá Bakkafrosti í 2011 verður 1,3 mia. kr. Fyritøkan hevur lægri rakstrarkostnað enn kappinarneytarnir, og tolir tí væl prísfall á laksi

15.02.2012 - 08:50

Úrslitið hjá Bakkafrosti fjórða ársfjórðing í fjør verður 33 milliónir krónur eftir skatt.

Tað metir íslendska greiningarfyritøkan IFS, nú Bakkafrost er á veg við sínum nýggjasta roknskapi.

IFS metir eisini, at úrslitið hjá Bakkafrosti eftir skatt fyri 2011 verður 277 mió. kr. IFS metir, at sølan í 2011 verður tilsamans 1,3 mia. kr.

Íslendska greiningarfyritøkan vísir á,  at rakstrarkostnaðurin hjá Bakkafrosti er lægri enn hjá kappingarneytunum, og tað ger, at fyritøkan tolir betur prísfall á laksi. Harafturat metir IFS, at portiónsframleiðslan hjá Bakkafrost kann vera við til at bøta úrslitið.

- Bakkafrost er væl fyri búskaparliga, og gjaldførið er gott, sigur IFS í síni nýggjastu meting.

Laksaalingin í øllum heiminumi fer væntandi at vaksa í ár. Líkt er til, at alingin í  Evropa vekur seks prosent. Í Kili verður vøksturin 54 prosent, og alingin í Føroyum veksur sjey prosent. Samanumtikið verður alingin øllum heiminum mett at vaksa12,5 prosent í ár.

Stóri vøksturin í alingini hevur við sær, at laksaprísurin tí eisini verður lágur í ár, metir IFS.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. mai
«Eg eri hin góði hirðin»
191279
Hósdag 1. mai
Eitt korter við jazzi 1. mai 2025
191271
Hósdag 1. mai
Brot úr Føroya søgu
191270
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117