Kanna mál um peningasvik í Rúsuni

Kanna mál um peningasvik í Rúsuni
Allan Skaalum, settur stjóri á Rúsdrekkasølun, sigur, at sær kunnugt er málið loyst fyri meiri enn einum ári síðani, men leiðslan hevur tó sett eina kanning í verk

13.02.2012 - 13:12

Leiðslan á Rúsdrekkasølu Landsins kannar eitt mál um svik á eini av deildunum hjá Rúsuni.

Allan Skaalum, stjóri, váttar, at nærri kanningar verða gjørdar av einum máli um møguligan undandrátt.

- Men av tí at talan er um eitt starvsfólkamál fái eg fyribils ikki gjørt fleiri viðmerkingar, sigur hann.

Allan Skaalum ger eisini vart við, at talan er um eitt gamalt mál, sum honum kunnugt varð loyst fyri meira enn einum ári síðani.

Allan Skaalum varð settur stjóri á Rúsdrekkasølu Landsins í oktober, og kennir onki til málið, fyrr enn nú Oyggjatíðindi skriva um tað. Blaðið vil vera við, at svikað er fyri fleiri 100 túsund krónur.

- Sum eg havi skilt, er málið avgreitt langt fyri mína tíð, og talan er heldur ikki um so stórar upphæddir, sum blaðið skrivar, sigur Allan Skaalum

Men hann váttar, at leiðslan á Rúsdrekkasølu Landsins kannar, hvussu umfatandi málið um fíggjarligan undandrátt á eini av deildunum er.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928