28 vilja fegin hava pengar til gransking

28 vilja fegin hava pengar til gransking
Fríggjadagin verða fyrstu stuðulsjáttanirnar til gransking og menning á heilsuøkinum latnar úr Sjúkrakassagrunninum.
 
17.12.2014 - 15:04

Fríggjadagin verða fyrstu stuðulsjáttanirnar til gransking og menning á heilsuøkinum latnar úr Sjúkrakassagrunninum.
Granskingarráðið, sum umsitur fæið hjá niðurløgdu sjúkrakassunum, hevur fingið 28 umsóknir um stuðul til verkætlanir, sum kann menna heilsuøkið í Føroyum, og samlaða stuðulsupphæddin til hetta er 7,5 milliónir krónur.

Fríggjamorgunin fara Karsten Hansen, landsstýrismaður og Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum at almannakunngera í Heilsumálaráðnum, hvør fær pengar úr Sjúkrakassagrunninum á hesum sinni.

19. desember, sum er fríggjadagin, er ársdagurin fyri, nær fyrsti sjúkrakassin í Føroyum varð settur á stovn. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025