Nýggjárssiðvenjur runt í heiminum

í Songkran hátíðarhalda tey nýggjár við trimum døgum við vatnkríggi
Nýggjárssiðvenjur runt í heiminum
Í summum londum sova tey í kirkjugarðinum, og í øðrum eta tey 12 máltíðir. Les um nýggjársiðvenjur í ymsum londum.
31.12.2014 - 00:15

1. Kili

Í Kili hátíðarhalda tey nýggjárið við at sova í kirkjugarðinum saman við teimum, sum tey hava mist. 

 

2.  Grikkaland

Í Grikkalandi hanga fólk leyk á hurðarnar, sum súmbol á endurføðing í nýggjá árinum. Nýggjársdag bróta tey eitt granatepli á gáttini, sum súmbol á vælferð og eydnu.

 

 

3. Estland

Í Estlandi heldur mann, at um mann etur 12 máltíðir nýggjársaftan, fær mann nógva styrki komandi árið.

 

4. Hvítarussland

Mann leggur majs frammanfyri ógiftu kvinnunum. Tað sigst, at bunkin hjá tí kvinnuni, sum fyrst verður etin, er tann kvinna, ið fyrst verður gift.

 

5. Ekvador

Ímyndir av fíggindum brennast á gøtunum í Ekvador, tí tey umboða ólukku frá farna árinum.

 

 

 

Kelda: Msn.com

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.