Íslendingar vilja ikki sleppa lodnuavmarkingunum

Íslendingar vilja ikki sleppa lodnuavmarkingunum
Íslendski uttanríkisráðharrin vil hinvegin arbeiða fyri, at føroyskar búnaðarvørur sleppa á íslendska marknaðin

03.02.2012 - 15:41

Íslendingar vilja framvegis ikki avtaka avmarkingarnar fyri føroysk skip at virka og landa londu til matna.

Tað er greitt eftir fundin millum Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, og íslendska uttanríkisráðharran, Øssur Skarphéðinsson, í Reykjavík í gjár.

Íslendingar hava sett sum treyt, at verður lodnukvotan undir 500.000 tons kunnu tríggir fjórðingar av tí, sum føroysk skip fiska í íslendskum sjógvi, virkast til matna. Men eftir 15. februar kann í mesta lagi ein triðingur av veiðini virkast til matna.

Føroyska sjónarmiðið er, at slíkar avmarkingar stríða ímóti altjóða reglum um handil og Hoyvíkssáttmálanum.

Hóast einki spurdist burtur úr samráðingunum í Reykjavík sleppa føroyingar tó ikki málinum, sum verður tikið uppaftur, tá landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum og íslendski fiskimálaráðharrin í næstum hittast til árligu samráðingarnar um fiskirættindi.

Hinvegin segði Øssur Skarphéðinsson seg vilja arbeiða fyri eini loysn, so føroyskar landbúnaðarvørur sleppa á íslendska marknaðin.

Føroyar og Ísland hava gjørt eina avtalu um at styrkja samstarvið millum báðar
uttanríkistænasturnar. Eftir ætlan skulu føroysk embætisfólk fáa høvi at fylgja við samráðingunum hjá Íslandi við
ES um limaskap, eitt nú tá ið fiskivinnuøkið verður viðgjørt.

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, segði við Útvarpið á middegi, at innlitið í íslendsku ES-samráðingarnar skal brúkast í føroysku royndunum at fáa betri atgongd til ES, fyrst og fremst á
fiskivinnuøkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011