Hendan appin ger teg meira framleidnan

Hendan appin ger teg meira framleidnan
Var eitt av tínum ynskjum fyri 2015 at fáa meira frá hondini? Hevur tú ilt við at hugsavna teg, tá tú skalt gera skúlating? So er hendan appin til tín.
08.01.2015 - 12:00

Appirnar eru ymiskar alt eftir, hvørja stýriskipan, tú nýtir, men allar eru bygdar á pomodoro-arbeiðsháttin. Pomodoro er italienska orðið fyri tomat, og teknikkurin hevur fingið sítt navn frá eggjaurum, sum í Italia síggja út sum lítlar tomatir. Meiningin er, at tú stillar inn, hvussu leingi tú vilt arbeiða, og síðan, hvussu leingi steðgirnir millum arbeiðstíðirnar skulu verða.

 

Appin sløkkir fyri ljóði og interneti á telefonini, meðan arbeitt verður, so tú ikki verður órógvaður. Aftaná ásettu arbeiðstíðina ristir telefonin fyri at siga frá, at nú byrjar steðgurin. Og aftaná steðgin sigur telefonin, at nú skalt tú aftur til verka.

 

Hetta við at býta skúlatingini upp í smærri konsentrerað brot hevur víst at økja um framleidnið, tí tú hevur meira orku og følir arbeiðsnøgdina vera minni rúgvusmikla – at lesa í fýra tímar sýnist ógjørligt, men øll klára at lesa í 25 minuttir. Steðgirnir gera, at tú útsetir facebook og snapchat til eina lítla løtu, tá tú hevur loyvi til tess, og tí kanst tú kjatta eina løtu uttan at kenna skuldarkenslu.

 

Men riggar tað? Leita eftir pomodoro appum á tínari telefon og royn sjálvur.

 

Appin á myndini er til Android og eitur ClearFocus.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.