800 næmingar í verkfall fyri at fáa atgongd til orðabøkur

800 næmingar í verkfall fyri at fáa atgongd til orðabøkur
Fyrrapartin í dag fara næmingarnir í Hoydølum í verkfall fyri at fáa somu atgongd til orðabókapallin, sum tey høvdu fyri ársskiftið.
14.01.2015 - 09:45

Nú nærkast dagurin, tá ið 3. s næmingarnir í Hoydølum bara hava 100 dagar undirvísingardagar eftir. Hetta verður á hvørjum ári, sum siðvenja er, hildið við einari trappustreyku, har næmingarnir syngja í trappunum í skúlanum. Eingin ferðsla er tá loyvd niður ella upp trappurnar, t.v.s. at hetta ávirkar alla undirvísingina ein tíma ella so, tí hvørki næmingar ella lærarar sleppa til undirvísingarhølini. Verkfallið verður júst í teirri løtu, tá ið umboð fyri Fróðskaparsetrið koma í Hoydalar at greiða frá útbúgvingarmøguleikunum í Føroyum. Hetta skrivar Skúlablaðið í dag. 

 

Trappustreykan verður vanliga sædd sum ein óneyðug provokatión frá næmingunum, men í ár vilja næmingarnir gera vart við eitt mál, teir meta er ógvuliga týdningarmikið fyri teirra skúlagongd. Teir kundu farið í verkfall fyri at fáa bíligari kaffi ella fleiri parkeringspláss, men í hesum døgum eru orðabøkurnar á orðabókapallinum hjá Sprotanum tað, ið hevur størstan týdning. Uttan atgongd til orðabøkurnar ber illa til at gera skúlating við hús, sum onkur teirra sigur: Uttan sprotan, einki heimaarbeiði.

 

Vanliga eru tað bara næmingarnir, sum verða lidnir sama ár, sum eru við í trappustreykuni, men í ár verða aðrir næmingar við eisini, tí teir eru líka nógv raktir av vantandi atgongd til orðabøkur sum teir elstu næmingarnir.

 

Tað var um ársskiftið, at næmingarnir mistu atgongdina til orðabókapallin, ið Sprotin umsitur. Teir hava atgongd til orðabøkurnar so leingi, teir eru í skúlans øki; fyri ársskiftið høvdu teir eisini atgongd til orðabøkurnar við hús.

 

Kelda: Skúlablaðið

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.